Lýsing
Lýsing
Lýsing

Semir sigur ger so væl og farvæl

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  31.10.2019 - 17:40 Ítrottur Tíðindi

Serbiski miðvallarleikarin gevst á toppinum.

33 ára gamli serbin takkar nú endaliga fyri seg í føroyskum fótbólti.

Semir hevur seinastu árini verið eyðsýndur leikari í føroysku kappingini á miðvøllinum hjá KÍ. Hann gavst kanska heldur óvæntað eftir kappingina í fjør, men boðaði skjótt frá, at hann væntaði at koma aftur. Tað kom hann í summar og hann hevur spælt tilsamans 10 landskappingardystir umframt seks dystir í Europa League.

Semir spældi ein stóran leiklut í FM-finaluni, har hann skoraði 2-0 málið. Í síni seinastu heilsu sigur hann, at hetta málið var til teir góðu áskoðararnar.

- Hetta var mín síðsti dystur sum leikari fyri KÍ og mítt síðsta mál fyri hetta góða felagið. Eg ogni hetta málið til teir góðu áskoðararnar hjá KÍ og fólkini í Klaksvík. Takk fyri alt og koyr á KÍ, sigur Semir Hadzibulic við Norðlýsið at enda.

Frammanundan er greitt, at KÍ missir Simen Sandmæl og Darius Lewis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…