Lýsing
Lýsing

Tey stóru gloyptu øllum sum fór um uppboðssøluna - men hvør fekk vinningin?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.11.2019 - 04:51 Eldri tíðindi Lesarabrøv Politikkur

Nógv hevur verið tosað fyri og ímóti uppboðssølu, men hyggja vit eftir hvørjar fyritøkur klára seg best á uppsølu av fiskatilfeingi, so er niðurstøðan sera eintíðug. Tey sum eiga ella hava lættast atgongd til kapital klára seg best.

Búskaparfrøðingar, politikarar, reiðarar, fiskimenn og vit onnur hava seinastu árini hoyrt og sagt nóg páhald um hesar góðu uppboðsølurnar.
 
Men royndirnar sum eru gjørdar undafarin ár tala sítt tíðuliga sprog. Ymiskar samansetingar av uppboðssølum hava verið royndar, men hvørjaferð vóru tað tær somu fýra kanska fimm fyritøkurnar sum keyptu alt tilfeingi.
 
Hóast onkur nýggj nøvn vóru at síggja, so er talan um somu eigarar ella um onnur atknýtt feløg.
 
Einki nýtt er undir sólini, stendur skrivað og hóast politiska roki hevur verið ógvusligt seinastu árini um ”royndar” uppboðssølurnar, so hava vit einki nýtt lært um uppusølur uttan tað, sum vit allarhelst vistu frammanundan:
 
- Tann sum hevur lættast atgongd til kapitalin vinnur og gjørdist hann ov spentur sæt hann eftir við ”køttinum”.

Vinnarin - verður sagt - er tann sum selur - men er tað nú so svart og hvítt? Er "Føroya fólk" ikki umboða báðumegin fiskaborið sum seljari og keypari? Samstundis sum Føroya Fólk stórfegnast um inntøkurnar sum renna niður í kassan í Havn, er tað so ikki eisini Føroya Fólk, sum skal rinda fyri at sleppa at framleiða sítt egna tilfeingið? Hetta síggja vit m.a. í inntøkunum hjá føroysku kommunum sum als ikki vaksað við somu ferð sum hjá størstu og mittastu kommununi. 

Hvør er so veruligi vinnarin?

Tað er nú ikki so einfalt at svara - men øll tykjast at vita hvør tað er sum skal gjalda: Tað eru tey sum hvønn dag møta trúføst til arbeiðis á virkjum og umborð á skipum og á hvør síni rók royna at fáa til høldar og virðisøkja alt hetta sum svimur kring oyggjarnar - og sum tey ungu í dag hava so ringan hug at nema við. Nakrar belisnar røddir í Havn mæla nú enntá til at lækka lønirnar hjá teimum sum virðisøkja og gjalda, so enn meira kann renna niður í kassan har suðuri hjá teimum.

Páhaldi um at uppboðssølan er sjálvregulerandi og at hon tí er einasti mátin at áseta og krevja inn tilfeingisrentuna er beinleiðis skeivt. Reiðarar sum í dag skullu bjóða á uppboðssølu sita nú í hvør sínum lag og rokna út hvar marki er – har teir einsamallir sita við rokningini. Tað er nevniliga ásett í sáttmála millum partarnar at mark er fyri hvussu høgur manningarparturin kann verða tá boðið verður, og tí verður ikki bjóða yvir hetta marki.

Landskassin hevur síðani 2011 selt rættindi til 402 tús. tons á uppboðssølu og hevur hesi árini havt eina inntøku á 598 mió. kr. har næstan alt er rindað av fýra reiðarríðum (fyritøkur har fólk sum tú og eg arbeiða) úr Norðurøkinum ella atknýttum feløgum. Hesar fyritøkur sum gjalda hundratals milliónir til "felagskassan" ganga samstundis á odda í nýskapan og virðisøking av fólksins ogn. Tey framleiða hópin av vørum samstundis sum tær hava styrkt aðrar og givið nýggjum aktørum í vinnuni rásarrúm og vakstarmøguleika at virka nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir. Alt hetta sum politikarar rópa um - men einki gera við. 

Nærri verður hugt at uppboðsøluni sæst at hon neyvan er nakað "mirakul".

Fiskimálaráðið hevur lagt eitt yvirlit út á heimasíðuna, men av einari ella aðrari orsøk verða nøvnini á teimum, sum hava keypt og goldi als ikki nevnd - eingin rindar øll fáa........ sí her


Sí talvur niðanfyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin