Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mini-hondbóltur byrjar í Klaksvík sunnudagin 10. Nov

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.11.2019 - 13:22 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Stjørnan og Team Klaksvík hava nú gjørt samstarv um at hava mini-hondbólt saman, soleiðis at bæði gentur og dreingir undir skúlaaldur, kunnu koma í høllina, tó saman við vaksnum og spæla hondbólt!.

Byrjað verður fyrstu venjing nú sunnudagin 10. november í KÍ-høllini kl. 9.30-10.30 og vónandi verður stór undirtøka, soleiðis at hetta verður eitt afturvendandi tiltak. Øll kunnu møta og gott er at minnast til at hava innanduraskógvar við og kanska ein fittan bólt, men ikki eitt krav!

Vit hava gjørt ein facebook-bólk við heitinum: minihondbóltur Klaksvík, og her kunnu tit seta spurningar ella fylgja við hvat hendur fyri tey smáau í hondbóltinum.

Við vón um góða undirtøku og síggjast sunnumorgunin kl. 9.30:)

Vinarliga
Stjørnan og Team Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
Lýsing