Lýsing
Lýsing
Lýsing
Uttast vinstrumegin Svend Dyhr frá EUC Syd Sønderborg,Poul Havn Rasmussen, Rúni Heinesen, skúlastjóri á TSK, Frimodt Rasmussen, nevndarlimur og Tommy Mikkelsen frá EUC-Syd Sønderborg

Grindareiðskapur úr Sønderborg til TSK

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.11.2019 - 11:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Herfyri vendi EUC-Syd í Sønderborg sær til TSK við fyrispurningi um áhugi var at fáa eina serliga gávu heim aftur til Klaksvíkar.  Talan eru eitt sett av grindareiðskapi, sum er latin av P/f JFK til skúlaleiðaran í Sønderborg, Kristen Toftdahl Møller(1893-1964). Frammanundan var Toftdahl Møller sonevndur statskonsulentur og hevði stóra ávirkan á teknisku skúlarnar í kongaríkinum.

Tekniski Skúlin í Klaksvík er stovnaður í 1935. Fyrstu mongu árini var Jóhan Rasmussen ella Jóhan í Grótinum fyristøðumaður á TSK. Í hansara tíð var nógv orka løgd í at útvega hóskandi umstøður til undirvísingina av handverkarum og maskinistum. Hetta eydnaðist umsíðir fyrst í fimmti árunum. Sum tøkk fyri samstarvið hevur Kristen Toftdahl Møller fingið gávuna um hetta mundi.

Mánamorgunin komu Tommy Mikkelsen og Svend Dyhr við Norønnu beinleiðis til Klaksvíkar við forkunnugu útgerðini. Teir eru báðir fyrrverandi starvsmenn á EUC, sum nú taka sær av søguliga tilfarinum á skúlanum.

Til móttøkuna var Poul Havn, sonur Jóhan í Grótinum, hjástaddur saman við Frimodt Rasmussen, stýrisformanni og Rúna Heinesen, skúlastjóra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…