Lýsing
Lýsing
Lýsing

BankNordik vil verða við í menningini av Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2019 - 13:54 Mentan Tíðindi Vinna

soleiðis segði Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik millum annað í røðu sínari tá bygningurin hjá BankNordik í Klaksvík varð tikin í nýtslu. Vit prenta røðu hennara.

 

Í 1955 lat fyrsta bankadeildin hjá Sjóvinnubankanum og Føroya Banka upp her í Klaksvík, og frá fyrsta degi hevur aðalmálið verið at virka sum fíggjarligur viðleikari hjá vinnulívi og privatum húskjum í Norðoyggjum.   

Í dag – 64 ár seinni - fegnast vit um at kunna bjóða kundum og borgarum í økinum vælkomnum í nýggja umhvørvið her á Biskupstorginum. Høvuðsmálið er framvegis at gera tað møguligt hjá familjum at seta føtur undir egið borð og veita fyritøkum fígging og ráðgeving til sítt virksemi. Men vit vilja eisini meira enn tað.

Tað skal vera einfalt at vera kundi hjá okkum, og tað er okkara ábyrgd at gera tað lætt hjá kundunum at taka røttu avgerðina – eitt nú tá ið sethúsini skulu fíggjast ella pensjónin skal setast saman. Tí endurspegla okkara tænastur í stóran mun, at vit taka støði í tørvinum og ynskjunum hjá kundanum. Sostatt ber tað í dag nærum til at greiða øll viðurskifti á netinum – rokningarnar kunnu gjaldast í Netbankanum, og fundurin við ráðgevan kann haldast sum videofundur, um tað liggur best fyri hjá tí einstaka kundanum. Men samstundis leggja vit stóran dent á, at tað altíð skal bera til at støkka inn á gólvið í bankanum og tosa við ein ráðgeva andlit til andlits. Hóast tøkniliga menningin hevur nógvar snildar møguleikar við sær, er persónliga ráðgeving framvegis eins viðkomandi og áður.

Til tess at kunna veita norðoyingum ta bestu tænastuna, og fyri at kunna geva starvsfólkunum betri umstøður, hava vit valt at gera íløgu í tíðarhóskandi høli her í vinnuliga, mentanarliga og samferðsluliga høvuðsstaðnum í Norðoyggjum. Nýggi og snotiligi bygningurin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík – ein menning, sum vit í BankNordik fegin vilja taka lut í.

Vit eru fegin um, at Klaksvíkar kommuna hevur givið okkum møguleika at knýta bygningin upp í sjóhitaskipanina. Hetta er eftir okkara tykki ein skynsom íløga í eina grønari framtíð fyri okkara samfelag, sum vit fegin vilja styðja uppundir. Fyrr í ár tóku vit sum banki eisini stig til at eggja til grønari orkunýtslu, tá ið vit sum nakað nýtt fóru at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, umframt at vit settu løðingarstøðir upp uttan fyri allar deildir okkara kring landið. Sostatt fara kundar framyvir eisini at kunna løða elbilin, meðan teir greiða síni ørindi her í bankanum. 

Eg fari vegna BankNordik at takka Norðhús og undirveitarum fyri sera væl úr hondum greitt arbeiði og gott samstarv, meðan byggingin er farin fram. Okkara starvsfólk her á staðnum skulu eisini hava stóra tøkk fyri teirra lut í verkætlanini, sum hevur havt við sær, at úrslitið í dag er vorðið so mikið gott. Gamli bygningurin var vorðin ov stórur til okkara tørv, og tí er tað gleðiligt, at kommunan fer at kunna savna sítt virksemi á sosiala økinum í gomlu hølunum, tá ið tey eru umvæld.

Dagurin í dag er ikki bert serligur, av tí at vit eru flutt í nýggj høli. Tað er eisini ein dagur, ið er sermerktur av leiðaraskiftinum her á deildini. Eg fari tí at takka tær, Marjun Kalsø, fyri trúgva tænastu gjøgnum mong ár. Hóast tú hevur valt at fara frá sum leiðari, eri eg fegin um, at tú kemur aftur aftaná farloyvið, so øll tín vitan ikki gleppur okkum av hondum. Og so skal eg bjóða tær, Einar Tróndargjógv, hjartaliga vælkomnum í starvið sum deildarleiðari her á staðnum og ynskja tær blíðan byr. 

At enda skal tað vera mín vón, at nýggi bygningurin fer at gagna bæði starvsfólkum og kundum í økinum umframt stuðla undir framhaldandi menningina hjá bæði vinnulívi og borgarum í Norðoyggjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…