Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott lag við morgunmatarborðið. Annika S. Biskopstø næst frá høgru er nýggjur samskipari hjá Klaksvíkar Handilsfelag - Mynd: Oliver Joensen | Mynd: Oliver Joensen

Klaksvíkar Handilsfelag klárt til jólasøluna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2019 - 11:50 Mentan Vinna

Á limafundi hjá Klaksvíkar Handilsfelag í morgun, varđ jólasølan til viđgerđar. Nýggjur samskipari skal sjónliggera limirnar enn meira

Klaksvíkar Handilsfelag hevur limafund nakrar ferðir um árið. Í morgun var fundur á Norðlýsinum har umboð fyri teir 28 limirnar í Klaksvíkar Handilsfelag luttóku. Tað serliga á skránni í dag var at nevndin í Klaksvíkar Handilsfelag hevur sett ein samskipara, at fjølga um handilslívið í Klaksvík. 

Annika S. Biskopstø er nýggjur samskipari og hennara uppgáva er at gera limirnar í Klaksvíkar Handilsfelag enn meira sjónligar fyri viðskiftafólk og kundar. Annika greiddi frá við eldhuga frá hennara ætlanum og vit fara at leggja merki til frambrot fyrsta dagin. Black Friday verður næsta fríggjadag og Tunnilsdagur verður leygardagin 7. desember. Annika er í gongd við at menna konseptir, ið ymsu handlarnir fara at føla ágóðan av.  

Klaksvíkar Handilsfelag hevur fyri nøkrum árum síðan ment eitt gávukort, ið fólk kunnu nýta at keypa í felagsskapinum. Ivast fólk hvat tey skulu keypa í jólagávu, er gavukortið hjá Klaksvíkar Handilsfelag sera hent. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…