Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stóri bankatoskurin ein eftirspurd vøra

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.11.2019 - 16:31 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun kom Ågot á Klaksvík eftir at hava havt 18 setur á Føroya Banka. Ågot ger í løtuni fiskivinnuroyndir á Føroya Banka, har teir á einum ávísum øki á bankanum royna við línu og við ymiskum sløgum av agni.

Orsøkin til royndirnar er, at fiskifrøðingar vilja vita, um tað letur seg gera at veiða við línu á Føroya Banka eftir øðrum enn toski. Tískil hevur Ågot roynt á einum øki, har Magnus Heinason hevur fingið minst av toski í trolinum og harafturat hevur Ågot roynt ymisk sløg av agni nevniliga sauri, makrel og høgguslokk.

200 tons á 18 setum

Fiskiskapurin hevur verið sera góður. Hjaltur Poulsen, skipari sigur, at teir hava fingið nógv av øllum fiskasløgum uttan av toski. Tilsamans hevur Ågot fiska umleið 400.000 pund harav meginparturin er hýsa, heili 16.000 pund av skøturavum, men bert 2.800 pund av bankatoski.

Hetta er góður fiskiskapur, góð 22.000 pund upp á setuna.

Tá Norðlýsið var umborð á Ågot í morgun, var umboð fyri Havstovuna har og kannaði veiðuna og ymiskt annað í samband við royndartúrin.

Hjaltur Poulsen vísti okkum runt umborð, og var hann eitt sindur stoltur av Wickman høvuðsmotorinum, ið er ein av elstu av slagnum í føroyum og “enn slær hann ikki eitt slag skeivt”, segði hann stoltur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Balto krokar á Skálafjørðinum
Tað skal loysa seg at arbeiða!
Bládúgvan, Drunnhvítan & ófødda barnið
25.000 kr. frádrátt til sjúkrarøktarfrøð…
Fara fleiri eldri føroyingar at flyta ti…
Fíggjarligt haldføri og burðardygd.
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum
FM-finalur hjá kvinnum og monnum á Gilja…
Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi,…
Latið føroyingar keypa á netinum – sum r…
Valhugni hjá Norðoya Javnaðar­felag
Vit mugu skapa, áðrenn vit býta út
A: Valkafé í Skálanum
Fingrar­nar vekk frá tíggjunda!
Súgvirørsplakatir­nar halda ikki
VALQUIZ á kafé Fríðu í kvøld
9 norð­oy­ingar vilja á Fólkating
Tað er blivið ov dýrt at búgva í Føroyum…
Felags valkáfe í Varpinum
Karin Kass gevst á Sjóndeplinum