Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd frá 1990 unum

Brot úr KÍ-dagbók frá Evropacup 2002

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  26.11.2019 - 11:30 Ítrottur Mentan

Í morgun datt eg um hendan tekstin úr KÍ dagbók frá fyrireikingum og ferð til Ungarn við KÍ í Evropa Cup 2002.

Skriva dagbók og tekst: JWJ

 

DAGBÓKIN UEFA CUP 2002

Fyrireikingar til Europa Cup.
Tað verða sjálvandi gjørdar stórar fyrireikingar til Europa Cup bæði á tí ítróttarliga- og tí praktiska økinum.
Eisini á tí fíggjarliga økinum verða gjørdar fyrireikingar men fyri okkum leikarar er tað einans tær ítróttarligu fyrireikingarnar, sum vit skulu konsentrera okkum um.
Tað fíggjarliga og tað praktiska tekur leiðslan í KÍ sær av og tað skal sigast at hetta hevur hon megnað fyrimyndarligt.

Venjingar á Svangaskarði
Týsdagin 13. August 2002:
Týsdagurin bleiv allur brúktur til venjingar á Svangaskarði.
Apropo Tofta Leikvøllir. Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um tað at KÍ einans hevur nýtt Svangaskarð sum heimavøll í altjóða høpi.
Til tað er at siga at alt annað hevði verið sera løgið. Tað er mundandi høgligari hjá KÍ viðhaldsfólki og leikarum at fara tað stuttu leið út á Svangaskarð enn allan vegin til høvuðsstaðin. Í mínari verð er tað eisini óhugsandi at KÍ skal spæla á heima vølli í høvuðsstaðnum!! – Eg kann í hvussu so er siga fyri meg at eg hevði ikki fari til dyst har sum KÍ leikti á heimavølli í Havn. So er tað sagt.

Vit sitera úr UEFA DAGBÓKINI:
Farið var av Klaksvík kl. 10:15 við Dúgvuni. Komnir til Leirvíkar stóð bussurin hjá Andreu Isaksen á Kajini og hjálparvenjarin, Dánjal Jákup, settist við róðri. Dánjal er ikki bangin fyri at taka uppgávur á seg, men skjótt sást at Dánjal ikki hevði koyrt Volvo fyrr. Motorurin vildi ikki starta hóast góða hjálp frá liðskiparanum og stjóranum á Auto Shine. Tó so, at enda reyk motorurin í gongd.

Eftir hetta vóru als eingir trupuleikar hóast Rúni, Atli og Hjalgrím royndu at sabotera koyringina við í heilum at trýsta á stopp knøttin…… små børn, små glæder…..

Komnir út á Svangaskarð var farið beinleiðis til venjing á græsvøllinum, og tá Meinhard Joensen vegna sjúku ikki kundi verða við var bert ein málverji.

Men Kurt var ikki ráðaleysur. Hann tambaði ein málmansblusu, smogdi sær í hana og vupsi,,, vit høvdu tveir málverjar.

Eftir venjing í hálvan annan tíma var leita inn aftur í skiftingarrúmi har menn vaskaðu sær áðrenn farið var til døgurða.

Kryddkyllingur við rís og øðrum tilbehoyr stóð á menu-ini og smakkaði framúrvæl.

Síðan var drukkið kaffið og reypað til farið var aftur til venjing. Venjingarnar vóru ætlaðar sum ein tilvenjing til græsvøllin og til seinast bleiv so tann oblikatoriski dysturin ímillum teir eldur og teir ungu. Apropo dystirnir millum teir eldur og teir ungu: Hóast pressan skrivar síðu upp og síðu niður um hesar fantastisku unglingar sum KÍ skal eiga, so tapa teir næstan hvønn dyst teir spæla ímóti teim eldru undir venjing. Hóast eyðsýnd talent, so standa teir ikki eins væl á vøllinum sum teir eldru, og faktis hava teir ungu fingið eitt eldra-kompleks. Dysturin úti á Svangaskarði millum teir eldru og teir ungu KÍ-leikararnar endaði eisini sum vantað við einum sigri til teir eldru hóast sigurin ikki gjørdi eins stórur og spælfordeilingini bar boð um.

Kurt Mørkøre stóð í málinum hjá teim yngru (hann jú er 14 dagar yngri enn málmaðurin hjá teim eldru) og vísti hann sera góða málmansdygdir. Harafturat var hann eisini dómari og tað vísti seg at verða ein fyrimunur fyri teir yngru. Eitt upplagt brotsspark til teir eldur bleiv anolera og eitt mál sum Jan Joensen so hegnisliga skoraði bleiv anolera tí Símun Joensen datt um síni egnu bein.

Dysturin endaði 3-2 til teir eldru tá talentríki Atli Danielsen gjørdi sjálvmál og so var fyrsti Europa Cup dagurin á Svangaskarði liðugur.

Stjørnan í dystinum var hjálparvenjarin Dánjal Jákup, sum var ósvikaligur í verjuni hjá teim eldur, og hann syrgdi fyri at KÍ hópurin kom óskalaður til Leirvíkar og aftur umborð á Dúgvuna.

Lagið var sera gott eftir ein sera væleydnaðan dag men ikki var sørt at teir eldru vóru linir í kongunum.

- Nú mugu tit ikki misskilja. Tað var ikki venjingin sum hevði linka reystmennini. - Nei, so langt frá tí,…… men heldur var tað tann verðuleiki at (sitat: Jan Andreasen):
- KÍarar eru ikki vanir at verða undir brúsuni tvær ferðir sama dag……..

Heimadysturin ímóti Ujpesti
Fyrri dysturin millum KÍ og Ujpesti var sum sagt á Svangaskarði hósdagin 15. August og rammurnar kring dystin vóru sum altíð perfektar. Tó kundi veðrið verið eitt sindur betri.
Satt ódnarveður var og hetta forstíraði ikki einans leikaranar á vøllinum, men so sanniliga eisini KÍ viðhaldsfólkini.
Dúgvan slapp ikki at í Leirvík og noyddist til Fuglafjør. Tí fingu áskoðararnir hjá KÌ einans teir seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki. Men teir fingu tó eitt upplivilsið sum var stríði vert.

Vit sitera aftur úr UEFA DAGBÓKINI:
Farið var av Klaksvík kl. 11:45.
Lagið var gott á leikarunum og tá komið var inn á Svangaskarð varð aftur hesuferð borðreitt við teim væl smakkandi krydd-kyllingunum. Tíanverri vantaði Maggi-sósin (soyja) sum fyri nógvar hoyrir saman við kyllingi, og bjóðaði Erling Fles seg framm til at taka ‘Maggi’ við, næstuferð farið var av bygdini.

Hvíldarløtan
Eftir døgurðan gav venjarin boð um at leikarar skuldu hvíla seg, og løgdu allir seg á hvør sína madrassu á loftinum. Undirritaði kom at sova saman við Harley, Jan A. og Allan Joensen, men synd er at siga at vit fingu góðar svøvn-náðir.
Vit høvdu ikki meir enn lagt eyguni saman, tá vit vaknaðu við at onkur stóð og bukaði sofapútur niður í nakkan á okkum. - Jú tit gittu rætt. Aftur hesuferð vóru kommunumennirnir sum vóru upp á spæl, og so var seriøsiteturin í sovingini farin fyri skeytið. Sovingin endaði við at formaðurin í Fótbóltsdeildini kom runt og vakti allar við einum “gummibáti”.

Fyrireikingini til dystin.
Dysturin skuldi byrja kl. 17:15 og umleið kl. 15 byrjaði so sjálv fyrireikingin til dystin. Nú var alt skemt og tvælt lagt burtur, og Kurt og Dánjal settu út í kortið hvussu farast skuldi fram ímóti ungarunum: “ Takið tað róligt. Brúka vit og skil, og fari so inn og hugni tykkum á vøllinum, og vísi teimum at tit ongan ræðast!” Tá farið var inn á vøllin vóru leikarar toppmotiveraðir, sum áskoðarar eisini vóru vitni til.

Tað sum hendi í sjálvum dystinum, fara vit at lata lyggja, - tað er longu vorðin føroysk fótbóltssøga. Men nakrar linjur sum neyvan koma at standa í fótbóltssøguni, skulu her setast á prent.
Ungararnir dugdu ikki so væl at brúka beinini. Heldur vóru teir góðir til at brúka alboðar, og mitt í einum hurlivæsa stakk ein ungari longutongina í annað eygað hjá Allan Joensen. Dómarin,, sum hóast hann var skoti ikki spardi upp á floytingina, sá einki - og tað gjørdi Allan faktist heldur ikki – tí hann fekk fingurin hjá ungaranum í eygað. Boð vóru nú eftur KÍ-laknanum, Magnus, ( sum annars sat og keddi seg, -tí eingin lá eftir á) og hann fór tuskandi inn á vøllin. Ein viðmerkjari á beinkinum segði at renningarlagið hjá Magnusi minti eitt sindur um - dunnu-gongulagið - hjá Niclas á Líðarenda, men hvussu var og ikki so kom Magnus aftur á beinkin í øllum góðum.

KÍ-viðhaldsfólki
Tá skal sigast at vit vóru sera glaðir um tað stóru fjøld av viðhaldsfólki sum leitaðu sær inn á Svangaskarð, og tað skulu áskoðararnir hava tøkk fyri, tí umstøðurnar til ein góðan fótbóltsdyst vóru út av lagið vánaligar, takka verður teimum føroysku veðurgudunum.

Apropo veðrið.
Er tað føroyskt ella útlendskt? - Í hvussu so er, so vendi vindurin í hálvleikssteðginum soleiðis at KÍ hevði mótivind báðar hálvleikirnar. Hettar er sera kritisabult tá hugsað verður um at vit vóru jú á heimavølli.

Allan hótti Olgar
Allan Mørkøre gjørdist stóra hetjan við tveimum málum og tað einu løtuna var hattrick-metið hjá Olgar Danielsen í vanda, men metið hjá Olgar stendur við, og tað verður neyvan sligið i braði, - tí sum Olgar sjálvur sigur: “ so skulu skorðast fýra mál fyri at sláa meg!”

Atli Danielsen 19 ár
Dagurin var samstundis føðingardagur hjá Atla Danielsen og umborð á Dúgvuni sungu áskoðarar og leikarar “ tillukku til tín”. Heimafturkomnir vóru vit bodnir niðan til Atla har Finngerð og Anna (mamma og omma Atla) høvdu borðreitt við smyrjubreyði og køkum. ( Eitt fantastiskt borðhald har alt sum hjarta tráðar eftir var at fáa!) Næstan allir vóru við, men tó vóru Allan Joensen og Dánjal saknaðir. Allan endað á sjúkrahúsinum við afturlatnum eygum, og bar seg undan at koma í føðingardag tá hann av prinsipporðsøkum ikki vildi eta nakað sum hann ikki kundi síggja.
Hví Dánjal ikki møtti upp er ein stór gáta, sum vit kanska venda aftur til seinri.

Til Ungarn í UEFA ørðindum
Síðani gekk leiðin til Ungarn. Atlantsflog fleyg KÍ hópin beinleiðis við leiðuflogfarið til Budapest. Við í ferðalagnum vóru umleið 50 KÍ-viðhaldsfólk og var flúgvari sostatt fullsettur.
Lagið var sjálvandi gott, men tó tyktust keturoykjarnir at verða undir einum ávísum trýsti. Tað er bannað at roykja umborð á flúgvarum, og teir 4 tímarnir túrurin tók til Budapest var tí ein royndarløta hjá summum. Ein Kommunalur-stórroykjari (er hann nevndur er hann kendur) noydist at senda út SOS og bleiv sendur framm í stýrhúsið har hann millum flogskipararnar slapp at roykja tvær sigarettir.
Túrurin hevði annars verið friðaligur um tað ikki var fyri teir sera barnsligu ungu mennirnar í KÍ – hópinum. Teir forstíraðu og argaðu teir eldur sum royndu at fáa ein blund.
Í matpakkanum frá Atlantic vóru nakrar smáar bláar klemmur, hvørs endamál var at halda servijettinum. Fyri teir ungu var hetta ein gyltur møguleiki at brúka sum vápn, og so var ikki friður á ferðini.

Vit sitera aftur úr UEFA DAGBÓKINI:
Små børn, små glæder..... sigur orðatakið og teir ungu í hópinum fingu tíðina at ganga við at hanga klemmur (sum vóru ætlaðar til serviettar) upp í ferðafólk og flogternur, sum komu fram við.
Tað gav at bíta tá Markus Tummas (ovasti ferðaleiðari) fór gangandi afturgjøgnum flúgvaran við 10 - 12 klemmun hangandi í skjúrtuvelinum. Nå, men skjótt vóru vit í uppisetri við klemmun og teir báðir vágamennirnir í stýrhúsinum fingu okkum í øllum góðum niður á lendibreytina í Budapest.

Bussurin hjá
Man. United
Tveir bussar vóru imóti okkum. Ein til viðhaldsfólkið, sum undir leiðslu av blaðstjóranum á Norðlýsinum, vórðu innkvarteraði á hotell, sum liggur 5 minuttir til gongu frá okkara hotelli. Bussurin, sum leikararnir vóru í, var tann sami sum Man. United varð koyrt runt í tá teir vitjaðu Budapest. Gunleivur Biskopstö (ein av teimun heilt ungu) mælti til at vit skiftu buss, tí sum øll vita so tapti United sin dyst. Hetta høvdu Jan Joensen og Jan Andreasen einki ímóti tí teir fingu sjóverk av at verða í sama bussi sum United leikararnir høvdu brúkt.

Slappa av
Um kvøldi var avslappningur á skránni. Ein minniluti valdi at hyggja eftir UEFA-Cup dystinum, sum varð varpaður frá Old Trafford. Aðrir fóru í býin at hyggja seg um, - tað fara vit at lata liggja á hesum sinni.

Songartíð
Venjarin gav boð um at allir skuldi til songar í sámuligari tíð. Ein langur dagur var komin at enda og ikki var sørt at menn sovnaðu skjótt, móðir og troyttir av at ferðast, og teir eldru vóru kanska eyka troyttir av alla tíðina at svara bíttum spurningum fra teim yngru.

Mikudagur
28. august.
Í morgun vakti Tom okkum kl. 8:30, og vóru allir skjótir til morgunmatarbordið uttan ein ávísur vinstri vongur. Er hann nevndur er hann kendur. Hann mátti vakjast eitt sindur harðliga, tí hann var ikki so lættur at fáa undan lakinum.
Síðani var farið til venjingar á einum venjingar vølli sum Ujpesti eigur.
Undir venjingini var sjálvsagdi dystur millum teir eldru og teir yngru. Tíanverri tók Tom sær av dømingini og tí vunnu teir yngru dystin. Tað skal tó sigast at teir eldru fingu eitt mál annulera, tí teir ungu søgdu seg ikki vera klárar.
Harafturat var bólturin farin um baklinjuna og teir eldru átti eitt hornaspark, men ístaðin vendi dómarin blinda eygað til og so fóru teir ungu í kontra og skoraðu , og við hjálp av ”guds hond” fingu teir seinasta og avgerðandi málið.

Svimjing og
vøddamýking
Heimafturkomnir fóru undirritaði og Harley at svimja saman við Kurt. Vit fingu fyrst vøddamýking og síðani løgdu vit okkum i svimjihylin. (Vatnið var einar 36 - 38 stig) Vit svumu um kapp og Kurt vann baði bringusvimjingina og crawl-kappingina. Harley endaði aftastur í báðum kappingum, og umbar hann seg við at brillurnar seinkaðu honum almikið. (Sjálvsagt bert ein umbering)

Næsti og avgerandi dysturin
millum teir eldru og teir ungu.
Eftir døgurða seinnapartin fóru vit aftur at venja, men hesaferð var tað á Stadion har UEFA-dysturin skal leikast hóskvøldi.
Venjingin var eisini somu klokkutíð sum vit koma at spæla i annaðkvøld.
Stadion og vøllurin vóru allright, men tó helt læknin, Magnus Magnussen, at grasið á vøllinum var so vánaligt at hann var vísir í at seyðurin hjá honum hevði spítt tað útaftur.
Fitt av áskoðarum (óivað fólk við tilknýti til Újpesti) vóru og hugdu eftir venjingini. Eisini var sjónvarpið og pressan til staðar meðan vit vandu, og harímillum blaðmaður frá Dimmalætting.
Hóast Norðlýsið er væl mannað á túrinum, so sást einki umboð frá hesum fjølmiðli. Blaðstjórin var upptikin sum ferðaleiðari hjá áskoðarunum, men hvar myndamadurin (SáH) hjá Norðlýsinum var, tað visti eingin at siga.

Hendan seinna venjingin endaði sjalvandi við dysti millum teir eldru og yngru. Dómari var sjálvur D.J. so her var einki latið upp til tilvildina.

Menn kempaðu sum óðir, og ikki sørt var at áskoðararnir ógvaðust við tá leikararnir tørnaðu saman i taklingum. Einki bleiv spart, og aftur hesuferð endaðu teir eldru omaná.

Dysturin endaði vid einum 3-2 sigri til teir eldru, sum sungu og dansaðu alla leiðina út í umklæðingarrúmið, meðan ungarska sjónvarpið filmaði.

Eingin ivi man verða um at umboðini hjá Újpesti høvdu nógv at rapportera heim um, tí tá menn geva seg so nógv undir venjing, ja so er ikki gott at standa fyri í sjálvum dystinum - livst so spyrst.

Ein túr í byin
Komnir aftur á hotellið, var fyrst farið til nátturaborðið.
Miðbýurin í Budapest hevur alt at bjóða sum ein europeiskur stórbýur eigur at hava, og eisini má sigast at Budapest er ein sera vakur býur.

Taxabilarnir eru tó ein sonn marra. Tað er 5 minuttir at koyra frá hotellinum inn í býin, men vit hava goldið sera ymiskt fyri túrarnar: 1000, 1750 og enntá 2000 HUF (Hungaryan Farrint) fyra sama teinin. (100 føroyskar krónur eru umleið 3200 HUF).

I miðbýnum møttu leikararnir einum gomlum kenningi. Talan var um sjálvan Super Mario, sum gongur oman og niðan eftir høvuðsgøtuni og snakkar við hvønn Per og Pól fyri at lokka kundar inn a náttklubbarnar. Soleiðis gekk hann eisini seinast KÍ vitjaði í Budapest og spennandi verður at vita um hann gongur við sama lag næstu ferð KÍ vitjar í Budapest.

Menn gingu saman í bólkum og hugnaðu sær til kl. 23:00 tá leiðin gekk aftur til hotellið. UEFA krevur at heimaliðið bjóðar leiðarunum (officials) út til ein betri døgurða kvøldi undani dystinum, og soleiðis varð eisini gjørt hesaferð.

Ferðaleiðararnir hjá KÍ eru hesir: Ovasti Ferðaleiðari: Thom Jakobsen. Allar Ovasti Ferðaleiðari: Karl Birgir Isaksen, men veruligi ferðaleiðarin: Markus Tummas Jakobsen.
Teir fóru allir við umboðum frá Újpesti og UEFA til ein døgurða, og meira skulu vit ikki greiða frá hesum, annað enn tað, at tað frættist at leiðararnir hjá Újpesti og aðalbornu umboðini hjá UEFA nú kenna alt til føroyskan dans.

Seinri dysturin millum Ujpesti og KÍ
Hósdagin 29. august var so seinri dysturin leiktur millum KÍ og Ujpesti. Sum sæst í dagbókini so høvdu KÍ leikararnir gott mót.

Vit sitera UEFA CUP dagbókina:
Í morgun vóru vit vaktir kl 9:00 og allir leikarar tykjast verða væl fyri. Vit vóru ein túr í einum nærliggjandi keypsentri, og vóru aftur á hotellinum kl 12:00. Eftir døgura fóru leikarar til songar tí teimum er álagt at hvíla frá kl. 14:00 til 16:00. Eg verði tí eisini noyddur at leita mær til songar, men eg kann ikki sleppa telduni fyrr enn eg havi nevnt tær báðar Jórun og Jórun. Tær hava klæðini um hendi, og saman við Andreas Josephsen og Thom Jakobsen hava tær syrgt fyri, at karmarnir kring leikarahópin hava verið so optimalar sum teir kunnu verða.
Nú undan dystinum, eru vit optimistisk, men halda tó bæði beinini a jørðini. Men hvør veit um ikki ein sensatión verður í kvøld.

Vaktir til dyst
Kl. gott 16:00 vóru vit vaktir av sera ”mjúku” stemmuni hjá Andreas Josephsen.
Síðani var farið til ”panorama” – rúmið har borreitt var við einum drekkamunni.
Allir leikararnir møttu til tíðina, sum teir annars gjørdu allan túrin.
Kl. 17 boðaði venjarin til taktikfundar, og har var liðuppstillingin so almannakunngjørd fyri tí samlaða leikarahópinum. Teir sum skuldi byrja inni høvdu, sum vanligt fingið hetta at vita framman undan, og tí var einki ivamál um byrjanaruppstillingina.

Teir sum byrjaðu inni vóru: Verjan: Meinhard Joensen, Atli Danielsen, Ovi Nysted, Alexandar og Rúni Elttør.
Miðvøllurin: Allan Mørkøre, Jan Joensen, Jan Andreasen, Símun Joensen og Heðin á Lakjuni.
Í álopinum: Hjalgrím Elttør.

Uppleggið hjá venjarunum
Teir báðir Kurt og Dánjal høvdu kóka saman ein taktikk, sum fór væl niður um hjá leikarunum.

”Tit eiga ikki at hava nakra respekt fyri ungarunum. Vit hava eitt lið sum hevur drúgvar royndir í altjóða fótbólti. Allan Mørkøre hevur leikt einar 50 landsdystir og hevur upplivað tað sum var munandi truplari enn hetta. Sjálvur var eg við at spæla ímóti Russlandi í Moskva har føroyingar bert taptu við einum málið. Tann uppgávan var 100 ferðir truplari enn dysturin í kvøld. Á miðjuni hava vit Jan og Jan sum hava leikt á 1.deild síðan 1990 og hava verið við í øllum europa cup dystunum hjá KÍ. Heðin er á landsliðnum, og Símun, Hjalgrím, Atli hava leikt á flestu U-landsliðunum, og kenna alt til tann lítla munin sum er millum føroyingar og útlendingar.

Aleksandar hevur spælt fleiri champions leag og UEFA cup dystir. Við slíkum fólki á liðnum hava vit einki at óttast. Tit eru væl fyri og eiga at klára 90 minuttir uttan nakran trupuleika……..”
Soleiðis ljóðaði partur av upplegginum hjá Kurt Mørkøre.

Afturat ”pep-snakkinum” vóru gjørdar greiðar avtalur um hvar hvør einstakur leikari skuldi verða og hvussu vit ynskut spælið at verða.

Kurt legði stóran dent á eina sera einkla avtalu: ”Teir fara at pressa okkum. Men so skjótt vit vinna bóltin, skulu høgri og vinstri vong/bakkur renna upp við síðunum. Tann sum vinnur bóltin SKAL senda ein langan bólt upp um bakkarnar hjá teimum til okkara vong/bakkar at renna eftir. Teir skullu renna tætt til baklinjuna áðrenn innleggi kemur til okkara offentsivu miðvallarar og forward koma rennandi…..”

Eftir taktikkfundin vóru allir greiðir yvir hvørja uppgávu teir høvdu, og nú byrjaði so ein alvarsamur stemningur at koma yvirleikarar, so hvørt teir í sínum lagi gjørdu seg kláran til dyst. Og sum siður er – fór wc kumman at stinka.

Seinri Europa Cup dysturin
Sum eg skrivaði áður so hekk sensatiónin í luftini og eftir dystin kann eg siga at vit veruliga vóru nær við at vinna okkara fyrsta europa Cup dyst á útivølli.

Dagbókin
Skrivingin av dagbókini er ein søga fyri seg.
Á Hotel Helia i Budapest hava tey nakað sum tey kallað ”Buissnes-center”.
Hóast Hotel Helia var eitt sera gott Hotell í allar matar, serliga var maturin góður, so treingja teldurnar til at verða útskiftar.
Talan var nevnuliga um gamlar IBM teldur sum koyrdu við Windows 97, sum undirritaði ongantíð hevur hoyrt um fyrr, við uppringdum internetsambandið.
Tað tók einar 10 minuttir at koma inn á KÍ-heimasíðuna.
Verri var við tastaturinum. Tastaturið líktist als ikki tí føroyskt-danskt-enskt tastaturinum. Uttan at kenna alfabetið hjá Ungarum, so líktist tastaturið latínskari skrivt.
Hóast mær dámar væl at gera stavifeilir, so vóru teir í so nógvir tá eg skrivaði í Budapest, men vónandi hevur lesarin ikki fingið ilt av hesum.

Út til Stadion
Hálvan annan tíma undan dystinum gekk leiðin út á Stadion har dysturin skuldi verða. Komnir út á stadion var farið ein gongutúr út á grasteppið áðrenn leiðin gekk í skiftingarrúmið. Upphitingin til dystin gekk á vanliga hátt og meðan KÍ hópurin var á vøllinum, komu føroysku áskoðararnir til stadion, og beinan vegin settu teir dám á.
Sólin var um at fara niður tá dysturin byrjaði og tí vóru ljóskastarar tendraðir, og við kvøldarsvalanum, leitaðu alskyns smá kykt sær fram.
Fyri at siga tað stutt so vóru vit skjótt umringaðir av mýggjabitum, sum høvdu jól og góðar dagar av teimum spik-klæddu føroyingum, og tað man neyvan vera nakar ivi um at mýggjabitarnir í Budapest enn tosað um føroysku leskibitarnar, og teir mýggjabitar sum tíanverri ikki kundu verða við til dystin hava óivað erga seg grønar.

Ójavnt hevur tó verið hvussu leikarar smakkaðu hjá mýggjabitunum, tí eitt nú flokkaðust mýggjabitarnir um hjálparvenjaran og hjálparfólkini, meðan læknin og Harley fingu frið. - GU’ vitið hvat teir hava sproyta seg við.
Dystin sjálvan fari eg ikki at siga so nógv um í dagbókini tí hann er vorðin føroysk fótbóltssøga og verður nærri útgreinaður aðrastaðir.
Men sum vant so eru tað hendingar í dystinum sum neyvan koma í nakra fótbólts-árbók, og millum tær vóru nakrar sum eg nú farið at greiða frá.

Bardagi
Eins og í fyrra Europa Cup dystinum, høvdu ungarar betri hug at berjast enn at spæla fótbólt. Á Svangaskarði gekk tað út yvir eyguni hjá Allan Joensen, (sum ikki var við í Budapest, tí hann sgði seg hava tað sum prinsipp ikki at flúgva við øðrum tá hann sjálvur ikki dugur at flúgva). Í Budapest fekk ein av yngru leikarunum ungarskan alboga í andlitið, og tá hesin hálvlippandi greiddi frá hesum spann øði í Allan Mørkøre, og spurgdi hvat nummar viðkomandi ungari hevði, tí so skuldi hann geva honum ein smakk av føroyskum kjøti.
Málið sum ungarar fingu var faktist ein misskiljing í KÍ verjuni, men eftir hetta syrgdu Meinhard og hinir í KÍ verjuni fyri at KÍ-kioskin varð verðandi afturlatin.
Miðskeiðis í fyrra halvleiki gjørdist vatnmeistarin (Hans Sjúðragarð) greiðir ivir at vatnið var farið at ganga undan.

Hans Sjúðragarð var skaddur og var tí skrásettur á dómaraseðlanum sum vøddamýkjari, men á beinkinum var hann sum sagt vatnmeistari, og tá ein spælir í 30 hitastigum, er vatnið ótrúliga týdningarmikið.
Hans boðaði so hjálparlæknanum og høgra hond hjá Tom Jakobsen (Andreas Josephsen) frá at vatnið er farið at ganga undan. Andreas fer so til ovasta hjálparmanin á beinkinum (Tom Jakobsen) og boðar hesum frá at vatnið er farið at ganga undan. Tom tekur ilbrýntur fartelefonina fram og ringir upp í VIP losjuna til sjálvan KBI sum bert skuldi forstýrast um okkurt serligt var á vási.

Karl Birgir gerst greiður um álvaran í støðuni, og kontaktar kvinnuliga umboði hjá Ujpesti, sum alla vikuna rann aftana á KÍ-hópinum, í sera skiftandi og farvuskríggjandi klæðum.

Tey í Ujpesti vóru alt annað enn glað um tað sum gekk fyri seg á vøllinum, og tí vendi hetta ungarska kvendi deyva orða til umbønina frá KÍ-fótbóltsnevndarformanninum, og peikaði yvir á eina kiosk og segði forhanisliga: ” IF you need wather, you can by wather over there!”.

Slíka viðferð letur ein ”bølli” sær ikki linda. Hann fór beinleiðis til UEFA umboðsmannin og gjørdi greitt at Ujpesti ikki vildi útflýggja vatn til KÍ-hópin.
UEFA umboðsmaðurin gjørdist álvarsamur, og eins og tá Móses slóg steinin í oyðimørkini segði hann álvarsamur við Ujpesti kvendi – ”Give the faroese water!”

Nú fekk pípan annað ljóð og umboðini frá Ujpesti baði rodnaðu og bukkaðu meðan tey hvør aftaná øðrum kapprunnu eftir vatndunkunum.

Rørandi løta
Meiri skal ikki greiðast her frá dystinum, men eftir dystin vóru teir professionellur leikararnir úr Budapest vanvirdir av teirra egnu áskoðarum, og við halanum millum beinini rýmdu teir av vøllinum.
Ørvísið var við klaksvíkingunum. Eftir at KÍ leikararnir høvdu verið yvir við ”eystara” málið og takka føroysku viðhaldsfólkunum fyri stuðulin, vóru teir heiraðir av ungarsku áskoðarafjøldini.

Ungarar reistu seg úr stólunum og klappaðu taktfast meðan KÍ-ararnir gingu av vøllinum við upprattari pannu. Ein rørandi løta, sum álíkavæl var eitt sindur døpur tá ein hugsar um hvussu tætt vit vóru við at koma til aðru rundu.

Ofta havi eg lisið greinar eftir John Reid Bjartalíð tá hann skrivar um ”ein heilt serlig løta”, ”ein fagnaðar løta”, ”ein habarsligur endi” ella ” ein rørandi løta”, og má eg siga at um hetta KÍ-restmenni hevði upplivað løtuna í Budapest, so hevði neyva ”eitt eygað verið turt”.

Ein sera góður túrur
Samanumtikið var túrurin í Budapest eitt stórt upplivilsið. Á tí ítróttarliga økinum kunnu vit ikki annað enn verða nøgdir, og europa cup 2002 hevur uttan iva styrkt KÍ-hópin, sum í heimligu kappingini skal berjast fyri heiðursmerkjum. Heimferðin gekk eisini eftir ætlan og hóast flúgvitúrurin vardi einar 5 tímar, so var tað eitt sera væl nøgt KÍ-ferðalag sum lendi aftur í Vágunum

Vit enda ferðafrásøgnina við
seinastu brotunum úr UEFA DAGBÓKINI:
Takk fyri. Nú er dagbókin komin at enda og eg vil takka øllum teimum sum eg havi nevnt og ikki nevnt í dagbókini.
Eg kundi sjálvandi skrivað nógv meir, men eg valdið at sortera frá, og serliga haldi eg at teir ungu í KÍ-hópinum skulu verða glaðir fyri tað.
Teir taptu sjálvandi seinra og avgerðandin dystin ímóti teimum eldru, og skal DJ hava stóra tøkk fyri tað úthaldni hann sýndi hóast teir ungu grenjaðu um líkt og ólíkt so sum: ”Dánjal- Kurt heldur í mær!”, ” Dánjal – Allan klórar!” , ”Dánjal eg fekk ilt!”.
Ovi Nysted, sum gyppar sera langt og hinir ung grenjaðu og grenjaðu, men Dánjal stóð fastur sum fjallið. Bert spell at sama ikki kundi sigast um dómarin sum dømdi fyrra venjingardystin…...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap