Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnaliga caféin í Hvannasundi letur upp í morgin 3. desember

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.12.2019 - 19:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var í august í 2017 at eldsálir í Hvannasundi tóku stig til at lata upp eina café í gamla skúlanum í Hvannasundi. Caféin er vanliga opin upp undir jól um veturin og síðani um summarið.

Í morgin letur so "Café Old School" upp aftur. Myrna Lind Jacobsen, ein av fyrireikarunum sigur,  at Caféin verður opin týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 16.00 til 19.00.

Í Norðdepli verður eisini handilin við gomlum brúkslutum, "Gamalt Gull" opin, so tað er lag á manni at fara sær ein túr norður í Hvannasund, um ein hevur hug til eina hugnaliga kaffiløtu ella at hyggja sær um eftir gomlum brúkstingum í "Gamalt Gull". Eg var har fyri tveimum døgum síðani og tá hevði eg góðan hug á einum fittum torvkassa. Men tí verri dugdi eg ikki at finna hóskandi pláss fyri honum heima. Men har var mangt og hvat spennandi at síggja, skuldi eg heilsa og siga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…