Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Ánunum tendrað

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  02.12.2019 - 22:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í kvøld kl. 18.00 varð jólatræið í Ánunum tendrað, har Rúna Sivertsen helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Jólatræið var prýðiligt og vakurt og flestu íbúgvarnir í Edmundstrøð møttu upp til hugnaløtuna kring træið niðri við vegin. Men eisini onkur, sum hevur ættarbond í Ánunum møtti upp til hesa hugnaløtuna.

 

Tað valdaði ein deilig kvirra hesa løtuna og eisini russarnir við havnalagið niðanfyri løgdu oyra til henda frálíka hornblásturin, sum nokk mundi kveikja teimum ein jólaneista – Og helst hava teir eisini sent onkrar vinarligar tankar til teirra kæru har heima.

 

Eftir røðuna og spælið hjá Klaksvíkar Hornorkestri varð boðið til rísalamande og ein kaffimunn, og fólk hugnaður sær eina løtu í góðveðrinum.

 

Niðanfyri verður røðan hjá Rúnu Sivertsen endurgivin:

 

Røða hildin, tá jólatræið í Ánunum varð tendrað, 2. desember 2019

 

Fyrst vil eg nýta høvið at takka fyri heiðurin at verða biðin um at halda røðu, nú jólatræið her í Ánunum verður tendrað.

 

Vit her í Ánunum kenna væl kensluna av lætta, tá tað brádliga verður friður.

 

Gleðiboðskapurin um Jesus byrjar við, at einglarnir boðaðu frið á jørð: "Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!" Hesi orðini kenna vit øll so væl.

 

Og tað var eisini frið, Jesus læt eftir til okkara, tá hann segði lærisveinunum farvæl, áðrenn hann fór aftur til Himmals.

 

-        Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum, segði Hann.

 

Nú jólatræið verður tendrað, leita tankar okkara aftur til tað, sum er orsøkin til hesa hátíðarløtu, løtuna í einum fjósi í Betlehem, tá Jesus varð føddur og løtuna, tá Gud gjørdist menniskja og kom niður av Himli til jarðar at liva og búleikast okkara millum.

 

Mangan hava vit hoyrt, at Jesus kom til okkara við friði og fyrigeving, at hann kom til okkara við frelsuni og tí æviga lívinum og at hann kom til okkara við kærleikanum.

 

Frelsan og tað æviga lívið eru persónligar gávur til hvønn einstakan, sum vil taka ímóti Guds gávu, og kærleikin er gávan, sum er ætlað, at vit skulu geva víðari til onnur menniskju.

 

Tá Jesus var her niðri, var tað ikki tey ríku og mætu, hann helt seg til. Nei, hann var vinur við fátøk og tey, sum lítið høvdu at týða í menniskjaeygum.

 

Jesus segði við lærusveinarnar, at teir skuldu fylgja sær. Og hann býður okkum øllum at fylgja sær.

Og hvat er so tað at fylgja Jesusi – hvat meinast tað við?

 

Er tað okkurt stórt, tungt ella strævið, sum til dømis at fara langt burtur í onnur lond at boða øðrum gleðiboðskapin – ella er tað at vera prædikumaður ella prestur. Er tað at geva stórar gávur, ella síggjast í kirkjuni ella í samkomuni?

 

Jú, tað er tað eisini, men tú og eg, vit kunnu eisini gera okkurt fyri Jesus.

 

Vit kunnu taka ímóti kærleika Jesusar og geva av honum til onnur. Hóast tað ikki sær so nógv út í menniskjaeygum, so hevur tað nógv at týða hjá Gudi.

 

Tað skal ikki so nógv til at gleða eitt annað menniskja. Bert við einum smíli kanst tú geva nakað av tí, sum Jesus hevur givið tær.

 

Hvussu kunnu vit í gerandisdegnum vera nakað fyri onnur. Er neyðugt at fara so langt fyri at kunna gera nakað?

 

Nei, tað er beint her við síðuna av tær, at tað er brúk fyri tær. Við liðina á tær í skúlanum, á arbeiðsplássinum og heima við hús.

 

Kanska stendur onkur beint við síðana av tær, sum hevur brúk fyri hjálp.

 

Á jólatrænum eru nógv smá ljós, sum tilsamans gera træið so vakurt. Eitt ljós munar lítið einsamalt. Men sløknar bara eitt av ljósunum, so sæst tað væl, og træið er ikki so vakurt longur.

 

Akkurát soleiðis er við okkum eisini, vit eru eins og smá ljós, vit muna lítið einsamøll, men vit kunnu tó ikki verast uttan.

 

Eg fari at enda við einum ørindi úr jólasálminum, Nú ringja kirkjuklokkur so hátt - hjá Símuni av Skarði:

 

Tó myrkur fyllir dalar og skørð

Og stormurin ýlir í gjáum,

So fjakkar Jesus enn á jørð

Við sínum jólagávum

 

Um sorgin veg til hjarta títt fann,

Vár Jesus teg aldrig gloymir,

Og jólaboðið grøða kann

ta sótt, tú í barmi goymir

 

 

Hjartaliga takk fyri og gleðilig jól øll somul.

 

Takk fyri!

Rúna Sivertsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…