Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimsmálini á breddan í Norðlýsinum

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  11.12.2019 - 00:30 Tíðindi

Fleiri stórar fyritøkur hava sett orð á teirra samfelagsábyrgd, og á árliga Vinnudegnum í september eggjaði heimskendi Bob Geldof vinnuni at taka ábyrgd av Heimsmálunum um eitt burðardygt samfelag í 2030. Norðlýsið viðger evnið í blaðnum hesa vikuna.

Í drúgvari grein í Norðlýsinum hesa vikuna verður ljós varpa á, at fleiri av stóru vinnufyritøkunum í Føroyum hava sett orð á teirra samfelagsábyrgd. Hetta er eitt nú galdandi fyri Articon, Skansi Offshore, Føroya Tele, Effo, Magn, BankNordik, Betri, JFK, Hidden Fjord og Bakkafrost. Eisini hevur ferðavinnan umvegis Visit Faroe Islands í nýggju strategisku vakstrarætlan síni lagt dent á, at ferðavinnan skal vera ein burðardygg vinna. Almenna bústaðarfelagið Bústaðir hevur í seinastu ársfrágreiðing síni eisini tikið Heimsmálini til sín.

Almenna bústaðarfelagið Bústaðir hevur eisini fingið íblástur frá Heimsmálunum.

Hósdagin í hesi vikuni skipar BitUff fyri sonevndum vinnurákið í Norðurlandahúsinum, har Ana Elisenda Holden-Peters, leiðari fyri burðardygd hjá Bakkafrost, fer at greiða frá teirra arbeiði við burðardygd og geva føroyskum fyritøkum íblástur til, hví og hvussu tey eisini kunnu arbeiða við burðardygd.

Bakkafrost gevur árliga út eina frágreiðing um arbeiði teirra við burðardygd, herundir í mun til Heimsmálini hjá ST.

Landsstýrið sett kósina, men virkisætlan krevst

Løgmansskrivstovan setti heimsmálini á skrá síðsta samgonguskeið, men enn væntar í, at vit sum samfelag orða eina ítøkiliga virkisætlan fyri at røkka málunum. Vit eiga tí at taka eitt undirbygt alment kjak um, hvørji mál vit skulu seta okkum, og hvørji átøk skulu raðfestast í eini virkisætlan fyri at røkka málunum.

Stórur partur av føroyska vinnulívinum hava greitt melda út, at tey ynskja at taka sína ábyrgd viðvíkjandi burðardygd. Spurningurin er tó, um borgarliga samgongan fer at taka hetta í eins stórum álvara.

Les meira í blaðnum, sum kemur í sølubúðirnar mikudagin. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla