Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Landsstýrið brýtur stýrisskipanarlógina

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal  |  11.12.2019 - 18:05 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýrið samráðist við Ísland um at loyva útlendskum kapitali inn aftur í føroysku fiskivinnuna. Hetta, hóast Løgtingið hevur samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur skal út. Og uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum

Kringvarpið bar tey boðini frá uttanríkisráðharranum, Jenisi av Rana, at nú skuldi avgerðin falla um framtíðina hjá Hoyvíkssáttmálanum. Sambært Kringvarpinum, so snúði málið seg um tær standandi ósemjur, ið hava verið um apoteksvørur, lodnu o.a í sáttmálanum.

Men málið snýr seg als ikki um hetta. Hoyvíkssáttmálin varð uppsagdur, tí Løgtingið hevur samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur skal burtur í feløgum, sum hava rætt at fiska av føroyskum kvotum.

Og tað eydnaðist ikki at fáa íslendsku stjórnina at góðtaka, at føroyingar høvdu samtykt eina nýggja fiskivinnulóg, ið ikki loyvir útlendskum ognarskapi - og at Hoyvíkssáttmálin tískil má broytast samsvarandi hesum.  Tí varð Hoyvíkssáttmálin uppsagdur til tess at vera í samsvari við fiskivinnulógina.

Um Ísland góðtekur, at føroyingar hava rætt at skipa sína egnu fiskivinnu í lóg og at taka ásetingarnar um ognarskap í fiskivinnuni úr sáttmálanum, so kann Hoyvíkssáttmálin sjálvsagt halda fram.

Nú sigur nýggja samgongan, at tey ætla at loyva útlendingum inn aftur í fiskivinnuna.

Og Jenis av Rana er farin at samráðast við íslendsku stjórnina um, at Hoyvíkssáttmálin skal í gildi aftur við framhaldandi loyvi hjá íslendskum fyritøkum at eiga í føroyskum fiskirættindum.

Og tá ber helst til at fáa loyst aðrar ósemjur, um íslendski kapitalurin sleppur at halda fram í føroyskum fiskirættindum. Tí Ísland vil gera nógv fyri at varðveita ognarskap til føroysk fiskirættindi.

Men lógin er ikki broytt.  

Og landsstýrið hevur ikki ráðført seg við uttanlandsnevndina hjá Løtinginum, áðrenn ein so avgerandi samráðing og avgerð fer fram millum Føroyar og Ísland um ognarskap til føroysk fiskirættindi.

Tað er ásett í stýrisskipanarlógini, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Tá ið landsstýrið á henda hátt samráðist um framtíðina hjá føroysku fiskivinnuni um at ganga ímóti eini lóg, sum er samtykt á Føroya løgtingi, er ongin ivi um, at landsstýrið brýtur stýrisskipanarlógina.

 

Høgni Hoydal

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum
Bókaframløga á Klaksvíkar Bókasavni
Sirið: Ongin ósemja við Norðoya Tjóðveld…
Theresa og Rannvá vitja Norðlýsið