Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru vanligar búskaparreglur galdandi í Føroyum?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  12.12.2019 - 08:28 Bloggur Mentan

Herfyri søgdu vit farvæl við ein gamlan orkesturvin, ið fyri fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, sum 87 gamal. Hann hevði verið virkin í fíggjarheiminum alt sítt lív, og gjørdist stórliga hugtikin av Føroyum. Men, spurningurin hann sat eftir við tá hann kom aftur til Danmarkar var: ”Eru somu búskaparreglur galdandi í Føroyum, sum í restini av heiminum?”

Orsøkin til at hesin gamli ynskti at koma til Føroyar á ellisárum, var at tveir aðrir orkesturvinir tíðum tosaðu eldhugaðir um Føroyar, tá vit hildu støðg í venjingunum.  Annar hevði leverað vaskimaskinur til Landssjúkrahúsið í samband við fyrstu útbyggingina fyrst í sekstiárunum, og hevði síðan mangan verið í Havn í samband við viðlíkahald og endurnýggjan av hesum somu.  Hann hevði nógvar góðar søgur um hvussu teir blivu smuglaðir inn í ølklubbar, og plagdi at siga at Føroyar vóru stórsti hurlivasi, sum tað samstundis gott var skil í - ongin hevði nakran plan, men alt bleiv liðugt hóast alt. Onki tyktist at rigga, men alt riggaði kortini í besta lagi!

Hin orkesturgubbin hevði virkað sum ”handilsreisandi” í Føroyum frá seint í fimtiárunum og tjúgu ár framm, og kundi siga frá nógvum fúlum túrum við Vesturleið, Sigmundi, Britons Pride og dampfýrda Smirli.  Hann mintist teir gomlu handlarnar á bygd og í høvuðsstaðnum, sum flestir nú eru horvnir, og kundi siga frá hvar hann hevði gist.  Hann kendi oyggjarnar, og báðir høvdu teir stóra virðing fyri teimum sum búleikaðust í oyggjunum, undir teimum korum, ið tá vóru galdandi.

Hin 87 ára gamli hevði soleiðis hoyrt so nógv um Føroyar, og hevði í mong ár tosað um at vitjað oyggjarnar. Tað eydnaðist honum at yvirtala dóttrina og svigarsonin at koma við sær. Tey leigaðu sær bil í Vágum, og koyrdu oyggjarnar á tamb í seks dagar, men tordu kortini ikki til Suðuroyar, tí bíðirøðin til Smyril tyktist ov long.

Eisini hann gjørdist bergtikin av Føroyum, men við sínum fíggjarheila, dugdi hann ikki reiðiliga at fata hvussu føroyingar fingu tað at bera til. Hann ógvaðist um allar íløgurnar í sjúkrahús, universitet, skúlaverk, sjóverju, vegakervið og allar tær privatu glæstriborgirnar. Í Klaksvík hevði hann fingið at vita, at har eru 5000 fólk í kommununi og tvær ítróttarhallir, ein luksus svimjihøll og ein ókeypis bussleið.  Hann segði at hettar hevði ikki borið til nakra aðrastaðnis í heiminum!

Á sandoynni høvdu tey fortalt honum, at um hann kom aftur um eini fýra ella fimm ár, so var ikki longur neyðugt at standa í biðirøð til ferjuna, tí tá fór tunnil millum Streymoynna og Sandoynna at verða liðugur.  Ein íløga, ið fór at tátta móti milliardini. Hettar helt hann vera ta reina fantasið, tí at gera ein so stóra íløgu til 1200 fólk og ongan ídnað, er búskaparligt sjálvmorð og ørskapur!  Og ber tað til, segði hann, so eru aðrar búskaparreglur galdandi í Føroyum enn í restini av heiminum!

Eg royndi at verja tunnilsíløguna til Sandoynna við at minna á, at Smyril er dýrt skip og fer at eldast.  Eitt nýtt skip kostar helst eina hálva milliard, og farleiðin gevur tætt við hundrað milliónir í undirskoti um árið, og at ein farleið um Sandoynna í staðin kundi verði røkt við munandi minni og bíligari skipum, sum kundu siglt nógv fleiri túrar og tískil bundið Suðuroynna nógv tættari at restini av Føroyum meðan, eisini tey í Suðuroynni bíða eftir einum tunnli.

Hin 87 ára gamli visti onki um suðuroyarleiðina, men hevði tó nærlisið Føroyakortið so mikið, at hann ógvaðist um ein tunnil millum Suðuroynna og Sandoynna, sum hann helt at fara at vera ein risa íløgu til færri enn 5000 fólk.

Tað eg hugsaði, men ikki segði fyri honum er, at Føroya Løgting er ikki ment at hugsa longur enn til tunnilsmunnar – longri røkkur hugflogið hjá tinginum ikki! Frákomu vegir og sambindingar rúmast ikki í tinglimaheilum.

Tí hesi tíggju, fimtan ella tjúgu árini meðan suðuroyingar allarhelst noyðast at bíða eftir einum tunnli, oysa teir grót úr Hvalbiartunnlinum og Sandoyartunnlinum, ið tey tveita burtur sum aðra ónyttu, í staðin fyri beinanvegin at nýta grótið til at gera hóskandi ferjulegur í Suðuroynni og í Sandoynni til tvær minni og skjóttgangandi ferjur, sum kundu avloyst dýra Smyril, og røkt siglingina millum Suðuroynna og Sandoynna longu tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, við nógv størri týttleika enn suðuroyingar eru vanir við. Sjóverki slepst kortini ikki undan um Suðuroyarfjørð ella millum Dímunar, uttan mun til hvønn veg tú ferð. Men, túranir verið munandi styttri og nógv títtari, og helst eisini bíligari fyri landskassan!

 

Nú donsku fjølmiðlarnir eru á tremur av tíðindum og viðmerkingum í samband við føroyska kinamálið, hava nógvar vakrar myndir veri at síggja av oyggjunum, og tá ein sum útiseti sær hvussu nógv Føroyar hava ment seg seinastu árini, og hvussu nógv í ber til í oyggjunum, so kann ein ikki annað enn við hinum 87 ára gamla spyrja seg sjálvan um altjóða búskaparreglur veruliga eru galdandi í Føroyum?

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…