Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrið hevur áður sagt, at tað ikki hevði kunnleika til tilráðingarnar frá ICES fyrrenn 30. september, og at tí bar ikki til at taka hædd fyri teimum í fíggjarlógaruppskotinum. Men nú er komið undan kavi, at Fiskimálaráðið í veruleikanum kendi til tilmælið um niðurskurð 11 dagar frammanundan | Mynd: skíggjamynd kvf.fo

Vestergaard segði satt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.10.2025 - 12:13 Politikkur Tíðindi

Fiskimálaráðið visti, at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælunum fyri makrel- og svartkjaftastovnarnar, í rúmari tíð áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram. Hetta hóast bæði aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hava avsannað, at aðalráðið visti tað.

 

Í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, svarar Jóhan Christiansen, fiskimálaráðharri, at Fiskimálaráðið longu tann 19. september fekk eitt skriv frá ICES, harí tað framgekk, at stórur niðurskurður kundi væntast í makrelstovninum og svartkjaftastovninum.

Tískil er tað ikki í samsvari við sannleikan, tá ið tað seinni er vorðið ført fram, at Landsstýrið ikki fekk hesa vitanina fyrrenn sama dag sum almenningurin, tann 30. september.

Flokkurin hjá landsstýrismanninum, Tjóðveldi, fór tann 2. oktober út við einum skrivi á Facebook, har tað varð rópt ”ikki satt”, ”sera grovt”, ”illgitir” og ”grov ákæra” frá Jacob Vestergaard’sa síðu, eins og flokkurin førir fram, at ” Fiskimálaráðið kendi ikki til tilmælini frá ICES áðrenn 30 september.”.  

Somuleiðis hava bæði aðalstjórin í Fiskimálaráðnum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tann 2. oktober í Kringvarpinum avsannað, at ráðið hevði ta vitanina, sum tað hevði frá 19. september. Hetta gera tey á https://kvf.fo/greinar/2025/10/02/landsstyrid-visti-ikki-av-ices-tilmaelum-adrenn-figgjarlogin-vard-logd-fram

Men nú er tað so komið fram, at Fiskimálaráðið hevði vitanina longu 11 dagar áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.

 

skíggjamynd av facebook-vanganum hjá Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kári millum Garðarnar vitjar Norðlýsið
12 umsóknir til starvið sum stjóri í Hei…
Vestergaard segði satt
Er bilurin klárur til veturin?
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin aftur farin
Jacob Vestergaard segði satt um fjald tø…
Streymu­rin komin aftur
Streymu­rin farin
Fíggingarleistu­rin av eldraøki­num ikki h…
Kokkaskúlin á TSK vunnið heiðursløn
Heilsutrygdargjald: Sløk millión afturri…
Avtøka av skatta­frádrátti - ein skandala…
Enn ein heiðursløn til Dropar
Café Fríða fer at reka Biskupsstøðgarðin
Árliga fiski­kappingin í Norð­oyggjum verð…
Leggja lok á Eystan Garð
Líðhamar rokast á Føroya Banka
Møti og takkarløta fyri heystið
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Lýsing