Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avtøka av skattafrádrátti - ein skandala fyri útisiglarar, landskssan og samfelagið

SKRIVAÐ: Annfinn Brekkstein  |  16.10.2025 - 08:08 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað er onki minni enn ein skandala fyri teir sjómenn, sum sigla í Norra, landskassan og  føroyska samfelagið, at skattafrádrátturin er avtikin, og harvið er persónsskatturin hækkaður munandi fyri hesar sjómenn.

 
 
Hesa skattabroyting hevur sitandi samgonga, við Framsókn á odda, gjørt mótvegis teimum, sum sigla í Norra.
 
Tá føroyska samfelagið fór á húsagang 6. oktober 1992, vóru ringar tíðir í Føroyum, umleið 5.000 føroyingar fluttu av landinum og arbeiðsloysið var stórt, bæði á landi og sjógvi. Støðan var ring um alt landið, alt var steðga upp, fólk høvdu ikki pening at keypa fyri, og handlanir í Føroyum stongdu ein fyri og annar eftir, tí pengar vóru ikki millum fólk.
 
Ein stórur partur av sjómonnunum fóru til Norra at sigla, og norsk reiðarí´ir tóku væl ímóti okkara rasku sjómonnum, sum kundu forvinna sær fyri lívsins uppihald. Nú vóru glottar fyri framman, nú fingu familjurnar pengar til dagliga húsarhaldið - og lívið á bygd og í bý fór so spakuliga í gongd aftur. Fólk kundu keypa og lív kom aftur í handlarnar og framtíðin sá ljóst út og tað gekk framá í samfelagnnum.
 
Men í november 2023 kom so tann køvandi hondin frá okkara vinstravendu sosialistisku samgongu, við Framsókn á odda, við einari skattaumskipan, og legði eyka skatt á okkara sjófólk, sum sigla í Norra - sjálvt mótmælir við undirskriftum frá 1.200 fólkum. Men har var einki at gera, teir skuldu rekast av landinum.
 
Úrslitið er mær upplýst er, at hópur av útisiglarum hevur sagt upp í Norra og eru farnir eitt nú til Danmarkar at sigla undir DIS-skipanini, og nú fær samfelagið 0 kr. inn í skatti.
 
Vit kunnu bara staðfesta, at minni kemur inn í lands- og kommunuskatti frá hesum útisiglarum og undirskotið hjá landskassanum veksur samsvarandi - men nú er klárt at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum við einum risa halli á fíggjarlógini.
 
.... Enn ein skandala fyri útisiglarar, landskassan og samfelagið, framd í verki av sitandi samgongu.
 
Annfinn Brekkstein

Lýsing
Seinastu tíðindini
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy
FM Radio: Spælið gjørdist betri og betri
Oddbjørn Joensen valdur í kirkju­ráðið
Ókeypis fyrilestur við skíggjaser­frøðing…