Lýsing
Lýsing
Lýsing

Quality Street karamellur oyðileggja mær ikki jólini

SKRIVAÐ: Líggjas Johannesen  |  19.12.2019 - 05:56 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eitt felag hjá 12.manni hevur ligið í dvala í 4 ár. Hetta fjepparafelag kallast Quality Street, men nú eru aftur boð send eftir teimum

Ofta hoyra vit, at ein fótbóltsdystur verður vunnin á vøllinum.

Og somuleiðis hoyra vit ofta, tá føroyingar hava tapt á vøllinum, “Jú men, vit vunnu dystin uttanfyri vøllin”. Men tað eru úrslitini á vøllinum sum telja, og ONKI annað sum telur.

Og tey sum eru uttanfyri vøllin, eru tann sokallaði 12.maðurin, sum ofta eru skipað í feløg, so sum Bláa Bylgja, Skansin o.s.fr.

Eitt felag hjá 12.manni hevur ligið í dvala í 4 ár. Hetta fjepparafelag kallast Quality Street, men nú eru aftur boð send eftir teimum.

Nú útlit eru fyri, at andstøðan fer at tapa dystin á vøllinum (Tinghúsinum), so hevur andstøðan sent boð eftir 12.manni, og ætlar at vinna dystin uttanfyri vøllin (uttanfyri Tinghúsið).

Quality Street skal møta í dag kl.16:00. Tey kunnu gjarna vinna uttan fyri vøllin. Tað sum telur er, hvør vinnur á vøllinum, og vónanadi verður tað samgongan, ið vinnur.

Um samgongan vinnur á vøllinum, so klárar 12.maður hjá andstøðuni ikki at oyðileggja mær jólini. Tey skulu nokk blíva góð - við ella uttan Quality Street karamellum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini