Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan myndin lýsir væl, hvussu veðrið fer at vera um jólini í ár. Fjallatopparnir hvítir, ikki so nógvur vindur og skýggjað. | Mynd: pinterest.com

Veðrið um jólini

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.12.2019 - 14:03 Tíðindi Veðrið

Veðrið um jólini hevur altíð havt stóran áhuga. Verða jólini hvít – ella ikki?

Nøkur viðurskifti mugu vera til staðar, skulu vit hava hvít jól – t.e. kalda luft og avfall.

Luftrákið til Føroya er úr suðuri og landsynningi hetta til jóla. Eitt lágtrýst stendur beint vestan fyri Føroyar í hesum døgum, og tað dregur luft til sín, sum stavar frá Mið- og Suðurevropa. Tað fáa vit ikki hvít jól av.

Jólaaftan fer lágtrýstið suður um Føroyar og eitt sindur eysturum. Tá fer ættin í Føroyum at broytast til landnyrðing og norðan í nakrar dagar. Men talan er um sama slag av luft sunnanífrá, sum kemur hendanvegin. Hitin fer ikki lækka nóg nógv til, at tað er kavaavfall.

3. jóladag er aftur suðurætt við lýggjari veðri.

Soleiðis seru viðurskiftini í lufthavinum í dag – also høgætt, men ikki nóg kalt til at tað kavar.

Viðurskiftini kunnu enn broytast so mikið, at hendan forsøgn ikki heldur.

Vit fáa at síggja…

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini