Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tingfólk greiða atkvøðu um fíggjarlógina fyrr í kvøld | Mynd: logting.fo

Tað lokala sigraði á Fíggjarlógini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.12.2019 - 22:29 Leiðarin Politikkur

Samgongan stóð saman um fíggjarlógina. Kristin Michelsen var eisini við, men fór suður til Suðuroyar, áðrenn atkvøtt varð. Har var tó ongantíð nakar ivi um, at lógin fór at verða samtykt. Til tíðir hevur alt tingið staðið saman um at samtykkja fíggjarlógina, men so var ikki hesaferð.

Eitt sindur margháttligt var at síggja, at summar av játtanunum, sum blivu skerdar til 2. viðgerð, nú eru settar á aftur til 3. viðgerð. Hetta var til dømis galdandi fyri Talgildu Føroyar og Heilsutrygd. Ein orsøk sigst vera, at tað hevði dýrkað Talgildu Føroyar samanlagt at skert játtanina nú, men tað kann eisini vera av taktiskum ávum; við at taka eina upphædd av fyrst hevur man viljað fyribyrgt, at uppaftur meira kom uppá til 3. viðgerð. Hetta er sjálvandi bert ein meting, men greitt er, at taktikkur hevur havt nógv at sagt í dag.

Norðlýsið skilir, at sjófeingislógin og fíggjarlógin hava hingið saman í ein ávísan mun, soleiðis at samgongutingfólk hava fingið sítt við í fíggjarlógina fyri at taka undir við sjófeingislógini ella øvugt.

Andstøðan gav samgonguni av grovfílini fyri at hava økt útreiðslurnar alt ov nógv, meðan samgongan vardi seg við at siga, at nógvar av útreiðslunum vóru arvur frá undanfarnu samgongu, og núverandi samgongan lovaði at rudda upp og trimma raksturin til fíggjarárið 2021. Fíggjarmálaráðharrin hevur eisini verið úti og sagt, at hann vildi ikki finna seg í einans at víðariføra politikkin hjá undanfarnu samgongu, men at núverandi samgongan eisini skuldi hava síni fingramerki á, og útreiðsluvøksturin skuldi síggjast í tí ljósinum. 

Tey størstu orðini brúkti formaðurin í Tjóðveldi, ið spurdi Fólkaflokkin ella valevni floksins, um tey høvdu fingið beinleiðis peningaligan stuðul frá reiðarunum. Hann fekk onki svar uppá hvøssu atfinningarnar og heldur bondska stílin, sum hevur eyðkent hann seinastu tíðina. Eisini Kristina Háfoss fanst at samgonguni fyri at hava minkað yvirskotið niður um 200 milliónir í bestu fíggjartíðum, men samgongan segði sum nevnt, at 2020 fóru at vera eitt skiftisár, og raksturin skuldi bøtast til 2021. 

Eitt sindur spell fyri Norðoyggjar er, at Føðideildin, Gula Húsið og Sjóvinnusavnið ikki blivu til nakað, ið hvussu er ikki á hesum sinni. Hinvegin er at fegnast um, at Tunlar Norður um Fjall og aulan á Tekniska Skúla vórðu samtyktar. Jákup Mikkelsen nevndi eisini, at uppskotið um at lata Norðoyatunnilin borga fyri Tunlum Norður um Fjall skuldi upp at venda í samgonguni fyrst í komandi ári.  

Viðgerðin av fíggjarlógini var sera nógv merkt av, hvar tey ymisku tingfólkini búgva og vórðu vald. Teir allarflestu røðararnir umrøddu sítt lokala bakland, kanska einamest tingfólkini úr Tórshavn. Tá landsstýrið var mannað var greitt, at samgongupolitikararnir komu úr øllum teimum sjey fyrrverandi valdømunum, og tað merktist í kvøld, har tað lokala fylti óvanliga nógv í fíggjarlógarviðgerðini. Ein kann siga, at lokalpolitikkur ongantíð hevur staðið sterkari enn nú, ið hvussu er ikki síðani vit høvdu sjey valdømi, og kanska enntá sterkari enn tá, tí nú tá umboðanin ikki longur er tryggjað, ræður meira enn nakrantíð um at verja borg.  

Samanumtikið kann sigast, at útreiðsluveitsla er í ár uppá knapt 7% í vøkstri, men at bæði andstøða og samgonga eru samd um, at útreiðsluvøksturin er ov stórur og má tálmast komandi ár. So øll tekin eru í sól og mána um, at táttað verður í longu í komandi ári. Helst verður hetta longu gjørt til fíggjarkarmarnar í mars, og tá kunnu vit rokna við skerjingum. Fíggjarmálaráðharrin var rættiliga greiður í síni talu um, at tað fara at vera sparingar, hóast hann ikki var neyvur í, júst hvat skuldi skerjast.

Hugsast kann, at Landsbankin kann vera ein stovnur, ið verður raktur av spariknívinum. Hann varð niðurlagdur í 2012, men endurstovnaður av undanfarnu samgongu, og tað er ikki ósannlíkt, at tann søgan endurtekur seg enn eina ferð. Hvussu leikur fer, fara komandi tveir-tríggir mánaðirnir at vísa, men alt løgtingið tykist vera samt um, at útreiðsluvøksturin má minkast munandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap