Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl villeiddi, men hví ?

SKRIVAÐ: Óli Jacobsen  |  16.01.2020 - 10:39 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Johan Dahl næstformaður í Vinnunevndini bleiv sjónliga tikin á bóli og rann undan ábyrgd í innslagnum “gloymdur fiskimaður” í Degi og Viku 13. jan. 2020.

Fróði Eidesgaard, eigari og skipari á fiskifarinum m/b Fiskivarða, staðfesti í innslagnum, at hansara fiskifar við manning var dottin burturímillum í samband við politiska makrelútlutan beint fyri jól.

Fróði Eidisgaard hefti seg við, at samsvar ikki var millum boðskapin hjá løgmanni um javnsetan av heimaflotanum og samtykta lógaruppskotið.

Johan Dahl ‘undrast’
Spurdur um hesi viðurskifti kom Johan Dahl við eini frágreiðing, hann segði m.a. citat: 

 

1)    Tað, sum “opinbart” er hent, er, at bólkur 4 B er gliðin burturímillum ... eg trúgvi, at eingin hevur hugsað um tað, tí tað var ein rúgva av hoyringum (40) ...

2)    tað vóru umboð fyri allar bólkar inni ... tað, sum undrar meg, er, at eingin av teimum, sum vóru inni og sum umboðaðu handan bólkin, nevndu hann ... og tí hava okur í øllum tí stressinum, sum hevur verið, ikki hugsað um hann ... 

Burtursæð frá staðfestingini av, at bólkur 4 B – og við honum Fiskivarði – ikki bleiv partur av politisku útlutanini, so hongur onki í svarinum hjá Johan Dahl saman.

 

Fakta (gongdin) í málinum

Hoyringspartar fyrihalda seg til tað, sum er lagt fyri teir. Í upprunauppskotinum, sum varð lagt fram 4. november, var ætlanin at selja øll tøk uppisjóvarrættindi á eini endaligari uppboðssølu.

Á fundi við Vinnunevndina tann 28. nov. fyrihelt MÚ seg m.a. spesifikt til hesa endaligu sølu við atliti at botnfiskaflotanum, herundir bólkunum 2, 3, 4 A, B og T og bólk 5 (sí skjal niðanfyri).

Útlutan av makreli til bólk 3 og garnaskip var ikki ein partur upprunauppskotinum og tí heldur ikki ein partur av hoyringunum í Vinnunevndini.

 

Uppskot um útlutan kom eftir hoyringarnar

Uppskotið um útlutan sá dagsins ljós undir 3. viðgerð av lógaruppskotinum tann 21. des., t.v.s. fýra dagar eftir, at seinasta hoyringin hevði verið í Vinnunevndini og at Vinnunevndin hevði skrivað sítt endaliga álit. Broytingaruppskotið um útlutan varð lagt fram av Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Erhard Joensen.

Eingin hoyringspartur – heldur ikki MÚ – fekk høvi til at siga sína hugsan um broytingaruppskotið frá Johan Dahl o.ø. dagfest 21. des. Tað er tí ein samanpentaður veruleiki, tá ið John Dahl tvinnar uppskotið um makrelútlutan saman við hoyringarnar í Vinnunevndini.

So mikið verri er tað, tá ið Johan Dahl brúkar hendan fiktiva veruleikan til at ákæra umboðið fyri bólk 4B fyri, at viðkomandi á fundi tann 28. novembur gloymdi at fyrihalda seg til eitt uppskot, sum varð lagt fram 21. desember ...!

Spurningurin er, hví Johan Dahl hevði tørv á at koma við einari heimagjørdari frágreiðing, heldur enn at koma við røttu frágreiðingini.

 

Hvat var veruliga orsøkin?

So mikið er greitt: Bólkur 4B gleið burtur í millum, tá ið uppskotsstillararnir umboðandi samgonguna samdust um, at bólkur 3 og garnaskipini skuldu fáa makrel.

Tað, sum ikki er greitt, er, hví bólkur 4B gleið út: Gloymdu Jóhan Dahl, Beinir Johannesen, Erhard Joensen og Jákup Mikkelsen veruliga ‘Líðhamar’, ‘Kallanes’, ‘Norðsøka’, ‘Bragd’, ‘Brand’, Karla-magnus ‘Fiskivarða’ o.a.? Ella vóru teir samdir um, at hesir og aðrir í bólki 4 A og B ikki skuldu hava ...?

Johan Dahl – fyrrverandi fiskimálaráðharri og núverandi næstformaður í Vinnunevndini – eigur at koma við einum reiðiligum svari upp á hendan spurning.

 

Óli Jacobsen

 

Miðalveiða toskur, hýsa og upsi

Miðalveiða, makrel, sild og svartkjaftur

Vinnunevndin 28. nov 2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…