Lýsing
Lýsing
Lýsing

50 ár síðani spreingivanlukkan í Nuuk

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.01.2020 - 13:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

"Er hann deyður, spyrji eg - Ja, sigur sýslumaðurin bara": Orðini eigur Maria Thomsen, ið var gift við John Ivar Venned úr Klaksvík. John Ivar doyði í eini syrgiligari spreingivanlukku í Nuuk fyri skjótt 50 árum síðani - Ein stórur íbúðarbygningur í fýra hæddum fór í luftin allur sum hann var av eini gasspreinging.

50 ár síðani spreingivanlukkan í Nuuk:

10 mans, doyðu í vanlukkuni. Spreingingin hendi leygardagin 14. mars í 1970 klokkan 12.02. Hetta er í døgurðasteðginum, størsti parturin av arbeiðsfólkunum vóru til døgurða, men nakrir vóru eftir, onkur av teimum slapp við lívinum, men sum sagt 10 lótu lív, harímillum John Ivar Venned úr Klaksvík og ein dani, John Thomsen, ið var giftur við Ásu Vitales úr Klaksvík. Eygnavitni siga, at tá spreingingin hendi lyfti allur bygningurin seg upp frá jørðini og small so saman sum eitt korthús.

Stóri bygningurin, ið var úr betong, var tengdur at eini skipan við gassi. Allir komfýrarnir í íbúðunum skuldu brúka gass, tangin við gassinum stóð tó uttanfyri bygningin. Sagt hevur verið, at ein lekið hevur verið í systeminum, hendan dagin, sum menn varnaðust. Bygningurin bleiv kannaður, lekin funnin, og síðani sagdur at vera tryggur og at ongin vandi var, men so var ikki.

Nú eru ætlanir frammi í Nuuk, at seta upp ein minnisstein um hesa stóru vanlukkuna. Ætlanin er at hátíðarhaldið skal tíðarfestast til klokkan 12.02 tann 14. mars í ár.

Í ørindum í Keypmannahavn, hitti eg um vikuskiftið Mariu Thomsen, fyrr Venned, og fekk eitt prát við hana.

Maria greiður frá: Tað var eitt óhugnaligt upplivilsi. John Ivar var sum frásagt farin til Grønlands at arbeiða. Hann hevði lært til snikkara hjá Hans Josephsen, og hevði arbeitt eina tíð á Klaksvíkar Byggivirki, men so valdi hann at fara at royna nakað annað. Beint tá vóru tíðirnar ikki so góðar her og ikki nógv arbeiði til ein bygningssnikkara. Hann søkti inn hjá einum donskum byggivirki, sum arbeiddi við íbúðarblokkum í Grønlandi. Felagið kallaðist Asmussen og Weber.

Eg og John Ivar giftust 5. desember í 1964 og vit eiga í 1970 tveir synir. Høvdu fingið Einar áðrenn vit giftust og fingu ein afturat, Finn í 1967. So hendan leygardagin, tá boðini hoyrast í útvarpinum um vanlukkuna í Godthåb, sum Nuuk kallaðist tá, tá sitið eg vesturin í Vágunum hjá foreldrum míni við báðum dreingjunum, Einar seks ár og Finn tvey ár.

Eg kom til Klaksvíkar at vera arbeiðisgenta hjá Mogens Egholm kommunulækna og skjótt rann saman ímillum meg og John Ivar. Vit giftust so inn til Fíu Venned, sum búði við Prestveg. Fía hevði forrætning í kjallaranum, og har arbeiddi eg tá.

Hendan leygardagin har vesturi hoyrdu vit útvarpið tosa um eina gass spreinging í einum raðhúsum í Nuuk. Eg uggaði meg við, at tað var ikki í einum raðhúsum John Ivar arbeiddi, tað var í “Blokki nr. 5”, tó álíkavæl hevði eg ikki frið á mær.

Dagurin gekk við ampa hjá mær, men her gekk alt sum tað skuldi. Seinni frætti eg, at politiið hevði verið á hurðini hjá Fíu um kvøldið, men funnu hana ikki, so um tvey tíðina um náttina høvdu teir so verið hjá Ova Venned og banka uppá, har fingu teir so at vita, at eg var vesturi í Miðvági hjá mammu og teimum.

Klokkan átta sunnumorgunin bankar so á dyrnar hjá okkum. Mamma svav í sama kamari sum eg. Beiggi mín tók ímóti, men eg var skjót uppi. Tað stóð ein stórur og breiður maður í hurðini, tað var sýslumaðurin. Aðrenn hann fekk sagt nakað, spyrjið eg bara beinan veg: “Er hann deyður?”, “Ja”, sigur hann. Eg føldi at alt datt saman hjá mær. Eg setti meg niður, og sat bara og stardi niður fyri meg. Minnist at Finn, so lítil hann var, var mær til stóran ugga. Hann kendi óivað at okkurt var gali, tí hann gekk rundan um meg, sat uppi á mær og helt í mær, ja, tað var sum vildi hann hjálpa mær úr neyðini.

Fía kom vestur, sama dag. Hon vildi hava okkum norður aftur til Klaksvíkar. Hvussu hon er komin so skjótt vestur, veit eg ikki, tí tað var ikki bara bara, tá at koma allan vegin til Vágarnar. Vit fóru so sama dag til Klaksvíkar.

Eg minnist hvussu ringt tað var at koma úr bilinum á Ziskatrøð, eg helt tað vera ræðuligt. Eg mundi ikki komið inn aftur til Fíu.

10 mans doyðu til samans í hesi stóru vanlukkuni. Byggifelagið Asmussen og Weber bjóðaði okkum niður at taka ímóti, tá tær 8 kisturnar komu úr Nuuk til Keypmannahavnar. Eg og Fía fóru niður. Ása Vitales hevði syrgt fyri at John Thomsen var komin heim við einum øðrum flúgvara og ein maður doyði nakrar dagar seinni í Keypmannahavn av løstunum hann hevði fingið.

Í einum lokali í Sydhavnen í Keypmannahavn skuldu vit so síggja kisturnar. Tá eg sá tær orkaði eg ikki meira og var um at detta um. Onkur av monnunum, ið har vóru loftaði mær, tók um meg og stiðjaði meg so eg ikki datt. Har á staðnum var ein syrgiløta hildin. 

Byggifelagið syrgdi so fyri, at vit kundu koma til Føroyar við fraktskipinum Blikur. Tað var ein sera ringur og illveðursligur túrur. Minnist at ein hevði haft Hong Kong sjúkuna umborð, so har vóru ikki góðar umstøður.

Jarðarferðin var so frá Christianskirkjuni í Klaksvík, sera nógv fólk vóru og fylgdu. Tummas Jacobsen, sáli, sum var prestur tá, stuðlaði mær sera væl.

—-

Á Føroyska Sjúklingahotellinum í Keypmannhavn hitti eg Mariu Thomsen. Sørmund Olsen, ið eisini var her vísti mær á Mariu og at hátíðarhald um vanlukkuna í Nuuk skuldi vera nú 14. mars 2020 at minnast dagin fyri júst 50 árum síðani. Helt at tað var upp á sítt pláss at hava eitt prát við Mariu, tí vanlukkan hevði stóra ávirkan á mong í okkara nærumhvørvi.

Um Mariu er annars at siga, at hon í nøkur ár framhaldandi búði hjá Fíu í Klaksvík. Í 1974 hitti hon danan Henning Thomsen, ið kom til bakaríið hjá Ki Mørkøre at baka. Tey bæði blivu gift og í 1975 flyta tey niður at búgva, har Henning arbeiðir á bakaríið í Hjallerup. Í 79 flyta tey upp aftur og seta seg niður á Glyvrum og síðani í Runavík. Vóru har til 93, tá tey flyta til Miðvágs og búgva har enn.

Saman fingu Henning og Maria tveir synir, Gunnar Thomsen, føddur í 75 og Pól Kjartan Kongsbak, føddur í 1981.

Maria og Henning vóru í Keypmannahavn í sjúkraørindum nú eg hitti Mariu á føroyska Sjúklingahotellinum.

Sørmund Olsen: Eg og John Ivar Venned høvdu sera nógv saman. Vit lærdu báðir hjá Josephsen. John Ivar hevði lært í tvey ár tá eg kom í læru har. Tað rann saman millum okkum beinan vegin. Eina hending, sum eg minnist frá tí tíðini, var tá vit løgdu flísagólvi á í gomlu Keypssamtøkuni. Har skuldi brúkast nógv cellulosukak. Vit vóru fýra mans til arbeiðis. Knappliga klárna vit, tá eru vit komnir til Sparikassan. John Ivar sigur tá: Hvat gera vit? Skuldu vit ikki leggja gólvið á. Vit so yvir aftur. Tá lógu sera nógvar flísar klárar, sum vit høvdu smurt. Vit vóru simpult hen allir blivnir í ørviti avhesum sterka smyrslinum.

Sørmund, ið er avlærdur bygningssnikkari skuldi eisini til Grønlands saman við John Ivar. Sørmund  sigur, at tá John Ivar fekk umsóknarblað til at fara til Grønlands at arbeiða, fekk Sørmund eisini eitt. Men, sigur hann, eg fekk ongantíð upp í lag at senda tað inn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap