Lýsing
Lýsing
Lýsing

Loksins er serstøk avtala um løn undir útbúgving undirskrivað

SKRIVAÐ: Kommunala Arbeiðgevarafelagið  |  30.10.2025 - 14:51 Tíðindaskriv

 

Lógin um heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálpara útbúgving varð broytt í vár, soleiðis at tey, sum gera ein útbúgvingarsáttmála við ein arbeiðsgevara um at fara undir eina av nevndu útbúgvingum, kunnu fáa løn undir útbúgving. Lógin ásetur ikki, hvørja løn starvsfólk við útbúgvingarsáttmála skulu hava, við tað at partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina.

Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Serstaka avtalan ásetur millum annað, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við 50 % av byrjanarlønini fyri ávikavist útlærdar heilsuhjálparar, heilsurøktarar ella námsfrøðiligar hjálparar. Eisini eru ásetingar um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, eftirløn, frítíð og barsil partur av avtaluni.

Avtalan er at finna á heimasíðu felagsins www.kaf.fo

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ