Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fuglafjarðar kvøldskúli

SKRIVAÐ: Fuglafjarðar Kvøldskúli  |  16.01.2020 - 17:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Hevur tú hug at avbjóða og menna tínar listarligu førleikar?

Nú í vár bjóða vit fram undirvísing í myndlist á C – støði. Skeiðið er ætlað øllum áhugaðum.

Økini, ið arbeitt verður innan fyri, eru tekning, máling og grafikkur, har frálæran umfatar grundleggjandi venjingar innan hesar listagreinar, og har miðað verður fram móti at tú arbeiðir sjálvstøðugt við tínari list.

Skulpturur og keramik eru eisini ein partur av skeiðinum har frálæra verður í ymsum modellerings teknikkum innan leir, so at tú kann framleiða rúmlig listaverk og ymsar listarligar brúkslutir.

Undirvísing verður eisini innan føroyska og altjóða listasøgu so at tú ognar tær breiða vitan um myndlist, eins og innlit og førleikar til at málbera teg um myndlist og at greina og tulka listaverk og myndir sum heild.

Møguleiki er at fara til munnliga próvtøku við skúlaárslok (miðnámsskúlastøði). Próvtøkan er ein framløga um nøkur serliga útvald listaverk, og er harumframt ein samrøða um list og myndir sum heild. Undirvísingin gjøgnum árið sæst aftur í framløgu tíni og samrøðan byggir á evni, ið vit longu hava samskift um í undirvísingini.

Ætlanin er at leggja undirvísingina um kvøldarnar týsdagar (ca 4 tímar) og onkrar leygardagar (ca 6 tímar). Skeiðið er umleið 75 klokkutímar í alt. Um undirtøka verður fyri skeiðnum, byrja vit týskvøldið 21. januar kl. 19.00

Lærari er Jóannes Gaard tlf. 516444

Kostnaður 600 kr, og ókeypis fyri miðnámsskúlanæmmingar.

Myndlistahølið í Fuglafjarðar skúla

Tilmelding:

Fuglafjarðar kvøldskúli
kvoldskuli@fuglafjordur.fo
tlf. 238010

ella hjá læraranum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!