Lýsing
Lýsing
Lýsing

St. Pætursborg – portrið vestureftir 

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir Dávur Winther  |  28.01.2020 - 10:02 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sagt verður, at í St. Pætursbog búgva 5,5 mill fólk. Tá ið eg spurdi ein taxa-førara, hvussu nógv fólk búgva í St. Pætursbog, svaraði hann, at alment búgva 6 mill, men óalment verður sagt 9 mill, tí so nógv ikki skrásett fólk eru flitt higar.

Býurin er lutaður sundur í 18 øki, har Pusjkin er eitt teirra, sum liggur í sunnara parti av býnum – har tað búgva góð 100.000 fólk. 
 
Pusjkin er uppkallaður eftir rithøvandinum, Aleksandr Pusjkin (6. juni 1799 – 10. februar 1837) og verður mettur at vera ein av undangongumonnunum ella íbirtarin av russiskum bókmentum og sigst vera kveikjarin hjá fleiri kendum russiskum rithøvundum - so sum Dostojevskij og Tolstoj.  
 
Petur tann stóri gav konu síni hetta økið og bygdi fleiri vakrar bygningar og slott her. 
 
Í gjar varð vitjað á einum skúla í Pusjkin, har tey rættiliga høvdu fyrireikað seg væl til móttøkuna av gestunum úr Klaksvík. Tey dansaðu og sungu og greiddu frá um ymiskt frá skúlanum og býnum annars.  
 
Eftir móttøkuna varð farið inn á eina av skúlastovunim, har nakrir av næmingunum úr 8. flokki vóru við, og vóru so eini tvey, trý teirra við hvørt borðið at tosa við gestirnar um ymiskt fyrifallandi. 
 
Næmingarnir dugdu sera væl at tosa enskt og høvdu nógv at spyrja um úr bæði Klaksvík og Føroyum annars. Eftir vitjanina á skúlanum, varð vitjað á tveimum søvnum – einum søgusavni, har m.a. greitt varð frá hvussu býurin var bygdur av Peturi tí stóra (1672 – 1725) og konuni Katharinu. 
 
Her m.a. var eitt mynda- og lutasavn, sum greiddi frá tíðini, tá ið St. Pætursborg var hersett av týskinum. Ein syndarlig søga við stórum mannfalli og nógvum oyðileggingum. Júst í gjár, 27. januar, varð hátíðarhildið runt um í býnum, at tað eru 75 ár síðan at St. Pætursborg kom undan jarnhøru hond Týsklands, og gjørdist hetta eisini byrjanin til endan av seinna heimsbargdaga. 
 
Vit vitjaði eisini eitt listasavn, Tsarskoye Selo savnið, sum hevði nógva margfelda list frá fyrst í 1900 og upp til okkara dagar.  
 
Høvuðsstaður 
Í umleið 200 ár hevur St. Pætursborg verið høvuðsstaður í Russlandi. Eitt skiftið í 20. øld varð býurin kallaður Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur. St. Pætursborg er havnabýur við atgongd til Eystrasalt - stundum kallaður portrið til vesturheimin.  
 
Býurin hevur nógv samband við norðurlond og vesturheimin sum heild, og eru tað ikki smáar nøgdir av pelagiskum fiskavørum, sum m.a. North Pelagic og Føroya annars avskipa til St. Pætursborg. Eisini Bakkafrost avskipar hópin av laksi til St. Pætursborg. 
 
St. Pætursborg er stundum transithavn og fer partur av vøruni víðri til onnur øki í Russlandi, men verður vørðan eisini víðari hagreidd í St. Pætursborg, áðren hon fer víðari. 
 
St. Pætursborg er kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt. Tað er ikki endi á teimum mongu vøkru bygningunum og søvnunum í býnum, sum er ein sonn mentanarlig háborg í Russlandi. 
 
Klaksvík fer, sum greitt er frá, serliga at hava samband við vakra býarpartin Pusjkin, har samstarvað verður innan vinnu, mentan og ítrótt. Bara hesa stuttu løtuna, vit hava verið her, eru fleiri ymisk áhugaverd samstarvsøki nevnd. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…