Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnaheim Nólsoyar Páls

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  06.12.2025 - 09:31 Mentan Vinna

Abbastova, barnaheim Nólsoyar Páls, við trimum vindeygum omaneftir. Flagtekjan er um at gíða av, og mønin sjúnkar – húsini standa tóm. Paulina Weishaupt, listakvinna, ættað úr Nólsoy, málaði í 1949. Nøkur ár seinni hoknaði Abbastova niður av elli. Mynd: Anna Juul Thomsen, Nólsoy.

 

 

Dópsnavn hansara var Poul Poulsen. Seinni setti hann Nolsøe eftir føðioynni aftur at navninum. Í kirkjubókini stendur ikki, nær Nólsoyar Páll var føddur, men doyptur 11. oktober 1766. Tá var siður at doypa børn minni enn viku eftir, at tey vóru fødd.

Nólsoyar Páll vaks upp í eini tíð, tá ið Rybergs handil í Vágsbotni hevið latið dyrnar út í heim á glopp. Úr Nólsoy eygleiddi Páll skip, ið komu og fóru av Havnini, og útlongsul hevur helst tíðliga gjørt vart við seg.

Poul Johannesen Nolsøe, bróðursonur Nólsoyar Páls, mintist væl Páll og sigur eitt nú soleiðis í greinini ”Um Nólsoyar Páll og ætt hansara” (í Varðanum, 16. bindi):

”Eg minnist Nólsoyar Páll, farbróður, dansa her. Hann var vakur maður, rankari enn hinir brøðurnir, væl dæmdur og hevði jarpt hár. Seinastu ferð hann dansaði her, minnist eg, hann kvað Fruntatáttin; tá var hann í bláari troyggju við reyðum knappholum og reyðum knøppum undir knøunum, bláum hosum og spenniskóm. Hann hevði vakurt klingandi mál – tá gekk dansur!”

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…