Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður ætlar at lata meirinnlit í fullveldismálið

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  31.01.2020 - 09:25 Politikkur Tíðindaskriv

Løgmaður ætlar at geva meirinnlit í fundarfrágreiðingarnar í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Tað ger hann greitt í svarinum til skrivliga fyrispurningin eftir tingskipanini § 52a frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um skjøl í sambandi við fullveldis­samráð­ingarnar.

Løgmaður vísir á, at umsøkjarar hava ikki rættarkrav uppá innlit sambært innlitslógini, men kortini ætlar hann at geva meirinnlit.

Orsøkin er, at hann heldur, at tá ið 20 ár eru liðin síðani seinasta fund í fullveldissamráðingunum, ber til av røttum at siga, at fullveldissamráðingarnar eru lidnar.

Eisini er løgmaður av teirri sannføring, at tá ið ein fyrrverandi embætismaður á heysti í 2016 gav eina bók út, har trúnaðarupplýsingar í hópatali vórðu almannakunngjørdar, so hevur hvør einstakur  føroyingur krav uppá sjálv/ur at fáa møguleikan at lesa skjølini og taka støðu til tey á egnum grundarlagi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap