Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ole Børud í Føroyum 4. apríl

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.02.2020 - 23:55 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Kendi norski tónleikarin Ole Børud vitjar í Føroyum 4. apríl í ár. Mitt í eini heimsrundferð kemur hann hendan vegin við fullum orkestri, saman við blásarum og teknikkarum.

Ole Børud er einamest kendur fyri sín serstaka funk, westcoastpopp tónleik, ið minnir ikki sørt um Steely Dan, Michael McDonald og Doddie Brothers. Hesin tónleikur hevur seinastu tíðina fingið rættiligt comback millum ung og hipstarar, ið seta prís uppá kvalitetstónleik. Ole Børud er ein meistari í hesum tónleikastíli og ferðast hann kring heimin við framúrskarandi bólki sínum. 

Sjálvur kemur Ole frá kendari tónleikafamilju og hava tey verið sera aktiv í m.ø. Grand Prix, á leikpallum og í konserthølum. Hann hevur verið professionellur tónleikari síðan hann var 16, men líka síðani hann tók síni fyrstu fet hevur tónleikurin fylt lív hansara.

Nú er tíðin so komin til Føroyar. 4. apríl trínir Ole Børud við 8-manna orkestri á pall í Nebo á Toftum. Nebo er ein av nýggjaru samkomusalunum í landinum, og er hølið eitt av landins bestu konserthølum. Fleiri sera væleydnaðar konsertir hava verið í Nebo, har gott ljóð- og ljósanlegg og ein stórur pallur tann 4. apríl verða karmar um kanska bestu konsert-uppliving í Føroyum í 2020.


Tað er GJAMMA-Live, sum javnan skipar fyri konsertum við føroyskum og útlendskum nøvnum, ið skipar fyri konsertini.

GJAMMA-Live boðar eisini frá, at Nýggi, sera spennandi og vælspælandi bólkurin Reality Bytes hitar upp til konsertina. Tey lova áhoyrarunum eitt upplivilsi við kendum og nýggjum tónleiki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…