Lýsing
Lýsing

Hevur tú eina avbjóðing? Góða eydnu við henni.

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  14.02.2020 - 08:29 Bloggur Tíðindi

Skulu vit ganga eftir tí almenna retorikkinum, hava vit í dag nógv færri trupulleikar enn vit nakrantíð hava havt. Samstundis er talið av avbjóðingum vaksið proportionalt. Hetta ljóðar, sum at samfelagið koyrir eftir skinnarum – betur smurt enn nakrantíð. Men tað er als ikki tað, tey meina. Á modernaðum leiðslumáli eitur ein spaki nevniliga ikki ein spaki longur, og avbjóðing merkir ikki avbjóðing.

Á modernaðum leiðslumáli er tað nevniliga vorðið óhóskandi at viðganga, at tú hevur ein trupulleika. Tú hevur bert eina avbjóðing. Leiðslurnar leggja starvsfólkunum eina við aldrin at viðganga ein feil ella viðurkenna ein trupulleika, men einans at brúka orðið avbjóðing.

Um eg bíleggi eina sofu og fái eina skeiva sofu koyrda út, og geri vart við tað, so kann svarið ljóða “Okkara fyritøka hevur havt avbjóðingar við at koyra røttu vørurnar út til kundarnar” ella líknandi. Tí tað er ikki góður tóni at viðganga, at man hevur gjørt ein feil.

Men avbjóðingar eru altso nakað, sum øll hava tørv á í tí dagliga, annars gerst gerandisdagurin keðiligur. At geva einum næmingi eina líkning at loysa er at geva honum eina avbjóðing. Eitt fótbóltsfelag, sum fer á vøllin, hevur somuleiðis eina avbjóðing - at vinna dystin. At hava eina avbjóðing merkir einans, at ein uppgáva at loysa stendur fyri framman.

Tað er ongantíð hent, at ein fyritøka ella eitt samfelag er farið á húsagang vegna sínar avbjóðingar. Tí gevur tað als onga meining at brúka orðið avbjóðing sum eitt neyðarróp, tí ein stovnur uttan avbjóðingar er ein stovnur, ið ikki hevur nakað at gera.

Er ein fyritøka ávegis á húsagang, so hevur hon fíggjarligar trupulleikar. Fíggjarligar avbjóðingar er nakað heilt annað, og er tað nakað, sum allar fyritøkur hava. Fyritøkur við risa-yvirskotum hvørt ár hava avbjóðingar. Ein fíggjarlig avbjóðing er til dømis at skipa tann dagliga raksturin í mun til budgettið, og hvør fyritøka sleppur undan tí?  

Hvat er so endamálið við at umdoypa allar trupulleikar til avbjóðingar? Søguliga orsøkin er at finna í tí primitiva macho-samfelagnum, har menn úteftir ikki vildi vísa nakran veikleika, einans styrkir. Høvuðsendamálið við at siga “avbjóðing” er at signalera yvirskot. Við at siga avbjóðing vil man vísa á, at her er okkurt at taka fatt í, men tað er nakað, man hevur stýr uppá. Og júst tí ber tað ikki til at brúka avbjóðing um neyðarróp.

Hóast hetta eru mong starvsfólk farin at brúka avbjóðing júst sum neyðarróp, og hetta hevur gjørt, at tey eru trupul at taka í álvara. Tí avbjóðingar eru nakað, sum tey eiga at hava. Tað er spennandi at hava eina avbjóðing, og onnur eiga ikki at leggja uppí, men í mesta lagi at hyggja at, hvussu hesin við avbjóðingini loysir hana. Tað er ikki fyrrenn ein trupulleiki uppstendur, at leiðslan ella myndugleikin omanfyri eigur at koma inn í myndina og hjálpa til við at loysa teir.

Um eg gerist sjúkur, so havi eg ein heilsutrupulleika. Eg havi ikki eina heilsuliga avbjóðing, tí í tí liggur, at eg kann klára hana sjálvur, evt. saman við einum kostráðgeva, sum eg gjaldi fyri at hjálpa mær við míni uppgávu. Viðgangi eg hinvegin, at eg havi ein heilsutrupulleika, so hevur ein lækni skyldu til at hyggja uppá meg og hjálpa mær. Fór eg til lækna og segði, at eg hevði eina avbjóðing við krabbameini, gjørdi hann helst stór eygu.

Ein trupulleiki verður hvørki minni ella burtur av at umdoypa hann til eina avbjóðing. Og lat okkum vera erlig: Tað er langt síðani, at hasin macho-retorikkurin var sexutur. Um endamálið er at biðja um hjálp, er hann enntá púra óbrúkiligur. Macho-menninir, sum ikki viðgingu at teir høvdu nakran trupulleika, teir bóðu avgjørt heldur ikki um hjálp til hann.

Hevur tú tørv á, at onkur annar kemur og loysir ein trupulleika, so viðgang sum tað allarfyrsta bæði fyri tær sjálvum og øðrum, at tú hevur ein trupulleika. Hevur tú bert eina avbjóðing, so alt tað besta og góða eydnu við at klára hana.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…