Lýsing
Lýsing
Lýsing

Styttri arbeiðsviku og nýggja lønarskipan

SKRIVAÐ: Súni Selfoss  |  16.02.2020 - 13:51 Lesarabrøv Tíðindaskriv

Í dag byrjaði formansvalið í Starvsmannafelagnum av álvara og fari eg tí at heita á allar limir í Starvsmannafelagnum um at stuðla mær í at halda áfram í formansarbeiðinum 4 ár afturat. Eg havi tørv á tíni hjálp, um eg skal halda áfram!

 

Styttri arbeiðsviku

Tað eru mong mál, ið liggja fyri framman og sum eru átrokandi á hvør sín hátt, eg skal í hesi greinini bert nerta við trý av teimum, eg komi nærri inn á fleiri seinni.

Hjá mær hevur tað høga raðfesting at halda fram at stríðast fyri eini styttri arbeiðsviku. Í fyrstu atløgu skal strembast eftir at fáa sett lógarásettu arbeiðstíðina úr 40 niður í 37 tímar um vikuna, men um vit hyggja longur fram, eigur málið at verða, at arbeiðsvikan kemur niður á 35 tímar.

Okkara ynski um styttri arbeiðsviku fekk jaliga móttøku upp undir løgtingsvalið í august í fjør, og vit eiga áhaldandi at minna politisku flokkarnar á teirra positivu afturmeldingarnar.

 

Nýggj lønarskipan

Verandi lønarskipan er bæði gomul og ótíðarhóskandi, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at skulu vit fáa eina rættvísa løn til allar limir felagsins, so er neyðugt við eini nýggjari, fleksiblari lønarskipan.

Eitt nú eru vit noydd at hyggja eftir verandi innplaseringum, og vit skulu stríðast fyri, at limir felagsins fáa ta løn, sum millum annað starvsinnihald, útbúgving, ábyrgd og royndir rættvísgera og tí fegnist eg um, at tað til hesar samráðingarnar eydnaðist at fáa inn í semjuna, at partarnir eru samdir um at kannað møguleikan fyri at endurskoða bygnaðin av verandi lønartalvu. Fái eg álitið frá tykkum at halda fram sum formaður, er hetta eitt av málunum, ið fær hægstu raðfesting og verður sett í gongd alt fyri eitt.

 

Prekariseringin

Eitt nokkso nýtt hugtak í fakfelagshøpi er prekarisering og tað støðugt vaksandi prekariatið. Prekariatið er teir nýggju dagleigararnir – eins og eitt nú lossingarmenninir vóru tað fyrr. Teir vistu ongantíð, um teir høvdu arbeiði dagin eftir og høvdu ongi sáttmálavard rættindi.

Í dag er prekariatið starvsfólk, sum liva av náði frá sínum arbeiðsgevara og ofta ímóti sínum vilja áhaldandi verða noydd at góðtaka tíðaravmarkað og ótrygg størv, har rætturin til løn undir sjúku, barsilsløn, eftirløn og onnur løntakararættindi langt frá eru nøkur sjálvsfylgja.

Prekariseringin innan fakøkini hjá Starvsmannafelagnum er eisini vaksandi, og eg fari at stríðast fyri, at hesi starvsfólk fáa góð arbeiðskor og rættindi á jøvnum føti við fólk í føstum starvi.

 

Eg havi tørv á tínari hjálp

Eg fari tí at heita á allar limir Starvsmannafelagsins um at brúka tykkara rætt og møguleika og atkvøða fyri mær. Talgilda atkvøðugreiðlan fer í gongd í dag, sunnudagin 16. februar. Um tú ikki kemur á aðalfundin, so ber til at venda sær til skrivstovu felagsins á telefon 614868 ella við telduposti á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo og biðja um atkvøðuseðil.

 

Gott val

Vinarliga

Súni Selfoss, formansvalevni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør