Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fiskivinnutingið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldi kl. 19, har floksformenninir fara at taka samanum verandi fiskivinnulóggávu | Mynd: Oliver Joensen

Torravikan sameinir fiskivinnu og mentan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.02.2020 - 13:54 Leiðarin Mentan Vinna

Aftur í ár skipar Klaksvíkar Kommuna fyri Torradøgum, har dentur verður lagdur á høvuðseyðkennini hjá Klaksvík, fiskivinnu og mentan. Í ár verða dagarnir 17.-23. februar. Fiskivinnutingið er komið í fasta legu aftur, og við at kaga í skránna kann staðfestast, at hon er sera fjølbroytt og nýhugsað innanfyri kendu, vælvirkandi karmarnar.

Sum vant bæði byrjar og endar Torravikan við tí mentanarliga. Ítøkiliga byrjar hon við framsýningum av ávikavist listarverkum eftir Arnold Vegghamar. Ein røð av fyrilestrum eru á skránni, ið spenna frá makrelstríði yvir kvinnur deyðar í barsilssong, ull og Karina K til útróður í maskinbáti, umframt um føroyska bústaðin og brellbita til nýggja filmin hjá Zachariasi Hammer.

Føðing, vinnuvegir, bústaðir og mentan. Breiða úrvalið av evnum vísir týðiliga fjølbroytnið á døgunum, ið er íblást av samansetta lívinum í Klaksvík. Men Klaksvík hevur sanniliga eisini eitt pláss í nógv størri, altjóða høpi, ið fer at koma fram í eitt nú myndafrásøgn um dømis um ávirkanina av veðurlagsbroytingunum á Arktis, har professari og myndamaður fara at greiða frá. Bill Justinussen og Óli Jacobsen verða verandi í arktiska økinum og leggur fram um ávikavist arktiskar fundir í norðurlendskum politiskum arbeiði og túrin hjá Sigert Patursson í Sibiria. 

Heilsan hevur alt at siga, og stoltleikin hjá Klaksvíkini hevur altíð verið sjúkrahúsið, sum góðar lokalar kreftir tóku lógvatak yvirum Leirvíksfjørð við eysturoyingar at lata byggja heilt afturi í 1898. Klaksvíkar Sjúkrahús setir eisini sum vant sín dám á skránna við síni afturvendandi Heilsucafé og Torrarenning og hevur opnar dyr, har ein kann máta blóðtrýst og/ella blóðsukur, puls, ilt, kondi og feittvirði.

Heilt stór frambrot eru á veg í Klaksvík, og kunnu til dømis mentanarhúsið við Posthúsið í miðbýnum og Húsarhaldsskúlin í býnum. Spæliland og Bláa Skýlið eru somuleiðis á veg, nýggj skip eru longu komin í stolta klaksvíksflotan, og alt hetta eru tekin um ein bý í rívandi menning. Høvi verður at kunna seg við onkra av hesum verkætlanunum á torradøgunum.

Verkstovur verða eisini, m.a. bindicafé á Café Gloria og bindiskeiði á bókasavninum. Hartil lata fleiri stovnar dyrnar upp á víðan vegg og bjóða fólki til opið hús, eitt nú Skúlaskipið Dragin, Húsarhaldsskúlin og gamla Seglhúsið. Og tónleikurin fevnir um konsertir við hornorkestri, mentanarvirðislønarheiðraða Hanusi Gærdum Johansen, sangløtu á Gloria og  harmoniku til syngið-við-kvøld í Skálanum.

Omanfyri eru bert nevnd nøkur brot úr skránni, sum kann síggjast í fullum líki bæði á heimasíðuni og í blaðútgávuni.

Stórur saknur var í Fiskivinnutinginum, tá tað ikki var í 2018. Tað kom sterkt aftur í fjør, og hesaferð verður tað skipað í tveimum, fyrst tí siðvanda politiska fundinum, har formenninir í politisku flokkunum á tingi verða við og kjakast, fyrst og fremst um hvussu kósin nú sær út, eftir at fiskivinnulóggávan varð broytt við gildi frá nýggjárinum. Beint eftir hetta verður vinnuting, har evnið er tað sama, men hesa ferð við umboðum fyri vinnuna. Hetta er roynt áður við góðum úrsliti. Tiltakið er á Skúlatrøð og er mikudagin 19. februar kl. 19.

Líka síðani landnámið hevur torramánaðurin snúð seg um fisk. Hesin forni mánaðurin, ið hoyrir til tíðarrokning víkinganna, frammanundan tí julianska kalendaranum, sum kirkjan kom við seinni, hevur verið útróðrarmánaður burturav, fleiri øldir áðrenn Føroyar gjørdust fiskivinnusamfelag.

Um Torra er skrivað, at “Torri er mánaðurin frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Hesa tíðina kemur hýsa og toskur inn á grunnin at gýta, og er hesin mánaðurin serliga góð fiskitíð. Mánaðin eftir torra, góa, snúði tað seg um gróðurin á landi; tá fór at vára. Men um torramánaðin hevur verið sagt, at menn fóru til prest at spyrja, um ikki føstuguðstænastan kundi flytast frá vanligari kirkjutíð til um kvøldið, tí teir so fegnir vildu sleppa til útróðrar hesa ársins tíð. Prestur eftirlíkaði, og føstuguðstænastan øskudag varð løgd um kvøldið.”

Hesin “øskudagur” er mikudagurin eftir føstuinngang, og er í ár 26. februar. Sostatt endar forni torramánaðurin og modernaða torravikan nærum samstundis í ár.

Norðlýsið bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til torradagar í Klaksvík 17.-23. februar!

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark