Lýsing
Lýsing

Kunoyingur á ovastu rók í Deloitte

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  28.02.2020 - 08:39 Tíðindi

Stóra heimsfevnandi ráðgevingarfyritøkan Deloitte hevur nýliga stovna nýtt virkisøki nevnt Deloitte Economics til at gera samfelagsbúskaparliga greiningar. Við borðendan í nýggju deildini situr 38 ára gamla Majbritt Skov, hvørs pápi er kunoyingurin Hans Kristian Jógvan Jacobsen.

Herfyri luttók eg á eini ráðstevnu, nevnd Small Great Nation, har nakrir av dugnaligastu donsku búskaparfrøðingunum í tankasmiðjuni Kraka løgdu fram greiningar av danska búskapinum og tørvinum á innovatión fyri at røkka sonevndu Heimsmálunum hjá ST í 2030. Ráðstevnan bleiv hildin í snotuliga skrivstovubygninginum hjá Deloitte á Amager.

Umframt ráðstevnuna hevði eg eisini umvegis Danmarks Statistik umbiðið einsæris fund við ábyrgdarhavandi hjá Deloitte fyri verkætlanini “Vores Mål”. Eg ynskti at fáa innlit í hesa spennandi verkætlan, sum á sumri 2020 av álvara skal seta tey 17 Heimsmálini hjá ST á dagsskránna í Danmark. Mín áhugi fyri hesi verkætlan stavar frá, at eg í fjørsummar gjørdi eina støðulýsing fyri Hagstovu Føroya av tørvinum á dagførdum hagtølum fyri at máta upp á framgongdina í Føroyum fram ímóti at røkka Heimsmálunum í 2030.

“Føroyingar eru eisini allastaðni”

Á fundinum um Heimsmálini mátti eg ásannað tað, sum poddurin Amatøryar hevur gjørt til eina afturvendandi sketch: “Føroyingar eru eisini allastaðni!” Tá eg kom á kunnandi fundin í Deloitte, tekur ein ung kvinna í snøggum svørtum klædningi ímóti mær og presenterar seg sjálva. Majbritt Skov vísir seg at vera hálvur føroyingur, tí pápi hennara Hans Kristian Jógvan Jacobsen er úr Kunoy. Tí hevur hon eisini javnan vitjað Føroyar sum barn og yngri, eins og hon kennir samfelagsviðurskiftir okkara í dag.

 Hon greiddi mær frá, hvussu tey í verkætlanini “Vores Mål” samskifta við serfrøðingar, áhugafeløg, kommunur, fyritøkur og almenningin um, hvørji mál og átøk danska samfelagið skal seta sær fyri komandi áratíggju fyri at gerast eitt enn burðardyggari samfelag. Ítøkiligu úrslitini og tilmælini verða eftir ætlan løgd fram á sonevnda Fólkafundinum á Bornholm í juni í ár.

Majbritt millum 100 bestu talentini í 2015

Vikuna eftir fundin í Deloitte lesi eg í Berlingske drúgva samrøðugrein við júst Majbritt Skov undir yvirskriftini “For fem år siden var Majbritt et ungt talent...” Tað vísir seg, at 38 ára gamla Majbritt fyri 5 árum síðani bleiv kosin at vera millum 100 tey bestu talentini í Danmark. Í ár er bleiv hon tilnevnd til deildarstjóra í milliardafyritøkuni Deloitte, har hon skal skipað eitt heilt nýtt virkisøki, sum brýtur frá vanliga ráðgevingini hjá grannskoðararisanum. 

Í samrøðugreinini nevnir Majbritt, at vit eru øll góð til okkurt, men um man er so heppin at koma á Talent 100 listan hjá Berlingske, skyldast tað eisini, at man hevur leiðarar, ið leggja ein til merkis og duga at stuðla fakligu og persónligu menningini. Tað kann eg faktiskt sjálvur eisini skrivað undir upp á, tí í 2013 mælti eg Berlingske til at seta eina aðra føroyska kvinnu á teirra lista yvir bestu talentini, tí tað hevði hon so ruddiliga uppiborið. Blaðunga Turið Finnbogadóttir Arge kom á listan hetta árið, og eftirfylgjandi er tann táverandi starvsfólkaleiðarin í BankNordik blivin partur av ovastu leiðslutoyminum í bankanum.

Í ár er tað annars 17. árið á rað, at Berlingske ger listan yvir 100 tey bestu talentini, har eitt av krøvunum er, at viðkomandi skal vera 35 ár ella yngri. Arkitekturin handan Glasir, Bjarke Ingels, telist millum talentini, sum áður hava verið á listanum.

Skal máta samfelagsbúskaparlig árin

Nýggja virkisøkið í Deloitte, sum Majbritt nú stendur á odda fyri at menna og reka, snýr seg um at gera samfelagsbúskaparligar greiningar til nýtslu fyri strategiskum avgerðum hjá bæði privatum og almennum stovnum og feløgum. Fyritøkur hava í størri og størri mun tørv á at fáa kortlagt, hvussu tey ávirka samfelagið í breiðari merking.

Hetta kann vera grundarlag undir frágreiðingum mótvegis almenninginum um at taka ábyrgd av burðardygd og sosialum viðurskiftum. Tað kann eisini vera grundarlag undir menning av nýggjum virkisøkjum.

Í Berlingske greiðir Majbritt soleiðis frá, hví hon sum búskaparfrøðingur brennir fyri júst tílíkum greiningum:

“Vit hava ikki pening til alt í hesum samfelagnum. Vit eru noydd til at raðfesta, og vit eru noydd til at eftirhyggja, hvussu vit brúka peningin – serliga skattaborgarans pening – hóast tað inniber nøkur trupul val.” Majbritt luttók annars í 2015 og 2017 eisini sum serfrøðingur í sendirøðini “Spild af dine penge” hjá DR.

"Onki kemur av sær sjálvum. Tí hevur tað týdning at brenna fyri tí, ið ein fæst við. Tí ger man tað, hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu nógvir tímar skulu leggjast í arbeiðið."

“Onki kemur av ongum, men uppfør teg pent”

Hálvi kunoyingurin sigur seg hava funnið sína røttu hill í Deloitte, tí har sleppur hon at arbeiða við tí, ið hon brennir fyri, soleiðis at hon kann umsita sítt talent á ein hátt, sum skapar virðir fyri bæði Deloitte og samfelagið. Júst hesum vil Majbritt mæla ungum nýútbúnum at fara eftir, at skapa ein samanhang millum áhuga og arbeiði.

“Ein má vera týðuligur um, hvat ein vil, og hvar styrkirnar eru” sigur Majbritt í samrøðugreinini og leggur dent á, at tað slepst ikki undan góðu gomlu dygdunum sum hart arbeiði og góðan uppførsil. “Fyri at vera heilt erlig: Á arbeiðsmarknaðinum má man arbeiða fyri tí. Onki kemur av sær sjálvum. Tí hevur tað týdning at brenna fyri tí, ið ein fæst við. Tí ger man tað, hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu nógvir tímar skulu leggjast í arbeiðið.”

Síðani leggur Majbritt aftrat, at man eisini skal uppføra seg ordiligt:

“At uppføra seg pent hevur eisini stóran týdning. Tað hevur tað í øllum førum havt fyri meg. Tað kann væl vera, at vit eru á einum marknaði við harðari kapping, men man skal allíkavæl uppføra seg pent og fara við øðrum, sum man sjálvur vildi ynskt at blivi viðfarin.”

Kunoyingur við til at seta kósina fyri Danmark

Spennandi verður at fylgja gongdini, nú toymið undir leiðslu av framfýsna spinkla kunoyinginum í næstum fer at seta út í kortið av nýggjum fyri alt tað danska samfelagið. Her er veruliga talan um at taka ábyrgd av samfelagsgongdini í breiðastu merking. Við verkætlanini “Vores Mål” skal danska samfelagið hava eina meira burðardygga kós innan heilsu, útbúgving, gransking, starvsskapan, umhvørvisárin, sosial viðurskifti og annað í tráð við tey 17 Heimsmálini hjá ST.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin