Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nógvur vindur aftur í dag. Soleiðis sum veðrið er nú (klokkan er 11), fer veðrið at vera til einaferð í kvøld. | Mynd: jn.fo

Aftur illveður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.03.2020 - 10:48 Tíðindi Veðrið

Ringa veðrið heldur fram í dag. Mesti vindurin er norðanfyri.

Lágtrýstið, sum stendur fyri hesum illveðrini, er einar 200 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Trýstið í miðjuni er undir 960hPa, so tað dregur nógva luft til sín.

Mesti vindurin kring lágtrýstið er beint norðan fyri Føroyar. Har er miðalvindurin í løtuni um 25 m/s. Økið við mesta vindinum hevur hug at ota seg suður ímóti Føroyum. Tað er tí, at mesti vindurin er norðanfyri.

Í løtuni siga veðurstøðirt Landsverks frá umleið 18 til 23 m/s av landnyrðingi-norði. Hvirlurnar eru meiri upp í 35 m/s. Í fjøllum og skørðum enn meiri enn tað.  So koyrilíkindini eru ikki góð kring landið í dag.

Mestsum soleiðis fer veðrið at vera allan dag. Ættin er landnyrðingur, miðalvindferðin beint undir stormi – t.e. um 18 til 23 m/s – men hvirlurnar harðar.

Hendan ættin er – líka sum allar aðrar ættir – sera ójavnar at uppliva kring landið. Har sum hendan ættin er ring, fer veðrið at vera eitt sindur verri, enn eg havi skrivað omanfyri. Aðrasteðs fer hon ikki at vera so ring.  

  

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…