Lýsing
Lýsing
Lýsing

CO2 – minking, ið munar

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  03.03.2020 - 22:13 Lesarabrøv Politikkur

Tórshavnar Kommuna hevur keypt tríggjar nýggjar el-løddar bilar til at stuðla undir grønu visiónina at minka um CO2 útlátið. Fyri hesar bilar kann grøna átakið sigast at vera kolasvart summarhálvuna meðan nakað av myrkagrønum kann vísa seg vetrarhálvuna. Og CO2-sparingin sigst skula blíva 2 tons um árið fyri hesar tríggjar bilar.

Orku- og veðurlagspolitikkur býráðsins og borgarstjórans er rættuliga trupul at fáa eygu á – sjálvt um tosið skal eitast at verða grønt.

Heldur enn at leypa upp um garðin har hann er lægstur, soleiðis sum bæði Poul og Heðin hava gjørt í fleiri áratíggju, kundi fyrverandi umhvørvis- og veðurlagsráðharrin Annika Olsen havt gleiva upp um píkatráðin, og tikið stig til verunlig at minka um fossilu orkunýtsluna og utlátið av vækstrar-húsgassum við at fremja skilagóða íløgu í tøkniligan útbúnað og átøk, ið verunliga kundu minka um fossilu orkunýtsluna. Men, sum við gomlu og skjótt pensioneraðu kongunum, Poul og Heðin, verður hildið áfram á somu svørtu kós.

Ein hin mest skeiva og vitleysa íløgan í søgu Tórshavnar Kommunu er fjarðhitaskipanin – lagt til rættis av Poul Mikkelsen, trýst víðari fram av Heðin Mortensn, og víðari hildin uppi av Anniku Olsen. Hitin frá SEV verður ikki varandi, tí um 10 ár er øll orka á landi grøn – sum boðað er frá av landsstýrinum og SEV, og Brennistøðin á Hjalla verður ein endurnýtslustøð har alt, ið kann endurnýtast skal aftur i eina burðardygga ringrás. Tað sindrið, sum verður eftir frá húsarhaldsruski og ruski frá vinnuvirksemi, og ikki kann endurnýtast, verður í so smáum nøgdum, at púrt eingin hiti verður at senda í fjaðrhitarørini. At góð 40% av hitanum í heita vatninum hvørvur í flutninginum til brúkaran, ger ikki støðuna betur á nakran hátt.
Men ráð eru fyri tí, sigur Annika Olsen, tí heita vatnið skulu vit framleiða við vindorku og vatnorku í stórum tanga á Hjalla, og senda tað út til brúkaran, og við sama ovurstóra orkumissi í flutninginum. Just hetta kom Klaksvíkar Kommuna til hugs í samband við hitaveitingina til svimjihøllina, og gjørdi tað rætta, nevniliga at seta upp eina sjógv-hitapumpu har einki orkutap er, næst at eitt kilowatt av ravmagni gevur teimum umleið 4kilowatt av hitaorku. Og takast skal so eisini við at skipanin í Klaksvík ikki enn er so grøn sum ynskt verður, men kann blíva tað tá allur orkutørvur á landi stavar frá varandi orkukeldum.

Skal nakað verunliga gera mun hjá Anniku Olsen, so selur hon hasar tríggja el-bilarnar aftur og setur peningin í vacuum-sólorku til svimjihøllina í Gundadali.
Verandi svimjihøllin hevur eina stóra tekju í beinan sunnan á umleið 1.430m2. Við vacuum sólorku á tekjuna kunnu framleiðast umleið 600kWtímar/m2 um árið og fyri alla tekjuna umleið 850.000kWtímar svarandi til umleið 86.000 litrar av dieselolju. CO-2 sparingin verður tá umleið 224tons...ella 100 ferðir so nógv sum nevndu 3 el-bilarnir.....og við verunligari grønari orku sum veitara.
Kostnaðurin fyri sólorku til bæði ravmagn og til hita er fallin sera nógv farnu árini. Eitt vaccum-sólpanel á 5m2 kostar góðar 4.300 krónur. Smávegis kemur afturat til rør og annan útbúnað, og vil íløgan til 1.430m2 verða umleið 1.5mill.kr. Við oljukostnaði a umleið 6kr. fyri liturin er íløgan afturgoldin uppá 3 ár, ið nokk kann sigast at verða avbera stutt afturgjaldingartíð.

 

Nei, tað skal væl meira skil í grønu kósina hjá Anniku Olsen. Populisma og promovering uttan innihald, sum hjá Heðini Mortensen, kunnu borgarnir ikki brúka til nakað sum helst – annað enn sama økta útlát av veðurlagsgassum og stórar eyðkaútreiðslur til svartan fjarðhita og brúkaragjøld av øllum hugsandi slag. Rokningin er stór hjá fjarðhitabrúkarunum og hon verður ikki hissini størri um 10 ár.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…