Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nólsoyar Páll og pokurnar

SKRIVAÐ: Archibald Black  |  08.03.2020 - 21:28 Lesarabrøv Mentan

Fleiri umfarssóttir hava fyrr herjað í Føroyum og ein tann ringasta var, tá ið pokurnar herjaðu Havnina í 1709. Ymiskt er til av skjalatilfari um hesa sótt, ið førdi við sær deyða, skaða og oyðilegging. Á snildisligan hátt fekk Nólsoyar Páll í árinum 1805 koppavaksinuna til Føroyar við skipi sínum Royndini Fríðu, og soleiðis basti hann pokunum.

Svartideyði er mest kenda umfarssótt nakrantíð og gjørdi hon av við ein triðing av fólkatalinum í Europa í 1300 talinum, umleið 200 milliónir fólk doyðu.

Hóast hetta, eru fleiri fólk samanlagt deyð av pokunum, 300 – 500 milliónir. Í 1800 talinum doyðu yvir 400.000 fólk árliga í Europa.

Sum áður nevnt herjaði í 1709 ein ógvuslig pokufarsótt Havnina og spreiddi hon seg til Argir, Toftir, Skálavíkar og Skúvoyar. Sagt er, at  allir  íbúgvarnir í  bygdini  Skúvoy doyðu.  Sjúkan kom í septembur mánaði við seinasta handilskipinum til Kongaliga einahandilin hetta árið.

Sjúkraeyðkenni var fepur fylgt av veskandi bløðrum um andlit, armar, bein og kropp. Tey, sum sluppu við lívinum, høvdu arr um allan kroppin og vórðu oftani blind á øðrum ella báðum eygunum. Í Tórshavn doyðu 250 av 333 íbúgvum, t.e. 75 %. Av skansaliðnum doyðu 26 av 35, allir tríggir korpurálarnir og trummusláarin vóru taldir við t.e. 74,5%. Á Argja hospitali doyðu 12 av 15 sjúklingum t.e. 80 %. Flestu børnini í almuguskúlanum doyðu.

Trupult var at fáa nakran at jarða tey deyðu, og allur viðurin var brúktur til kistur. Staðarnavnið  Pokunnarholið, úti við kirkjugarðin á Reyni, stavar helst frá eini hópgrøv. Ein søgn frá hesi tíðini greiðir frá, at nólsoyingurin, Niels Andersson,  kom til Havnar at jarða tey deyðu. Tað var sagt, at hann hevði havt pokurnar sum ungur, tá ið hann sigldi úti, so nú rein sjúkan ikki við hann. Einkarsonur hansara doyði av pokunum.

Pokurnar, ið førdu til ovurstóran barnadeyða, skaptu líka stóran ótta sum svartideyði. Pokurnar, sum herjaðu frá seinnu miðøld fram til 1800 talið, eru í dag mest kendar fyri at standa faðir at vaksinuni.

Seinast í 1700 talinum varnaðist bretski læknin Edward Jenner, at  mjólkagentur og mjólkadreingir, sum fingu útbrot  á hendurnar eftir at hava mjólka eini koppasjúkari kúgv, vórðu mótstøðufør fyri mannakoppum. Koppar frá kúgv góvu bert veik sjúkratekin. Jenner tók síðani vág frá neytakoppum og gav børnum, hetta gjørdi, at børnini vórðu púrasta mótstøðufør.

31. oktobur 1806 skrivar Keypmannahavnarblaðið Dagen, at fýra ferðir fyrr hevur verið roynt at ført koppingarevni til Føroya uttan úrslit, fyrst av Lund løgmanni, aðru ferð av Løbner kommandanti, triðju ferð av J. Egholm og fjórðu ferð av Mørch handilsforvaltara. Teir høvdu roynt at ført koppavágin í gløsum, men koppingarvágurin var spiltur,  tá ið skipið kom vegin fram.

Um Páll skrivar blaðið: “Í fjør, tá ið hann var í Keypmannahavn, læt hann ein av sínum matrósum koppseta av Hr. Doktor Blech, helt síðani fram at koppseta ein fyri og annan eftir av manningini og fekk soleiðis frískt koppingarevni til Føroyar, har hann við stríði og útreiðslum koppsetti fólk . Á henda hátt fekk hann útbreitt hetta týdningarmikla koppingarevnið.

Í 1807 hevði Danska kancelliið skotið upp, við samtykt av krúnprinsinum, at veita Nólsoyar Páli gullmedalju fyri avrik hansara, og serstakliga tí tað hevði eydnast honum at fáa koppsetingina til Føroyar.                                                                                                                

Men av mongu klagunum frá Løbner kommandanti, Hammersheimb fúta og Mørch handilsforvaltara  úr Føroyum og donsku Handilsstjórnini, var Rentukamarið farið at ivast og sendir tí eina gjølla frágreiðing til Kancelliið um, hvat var farið fram millum Nólsoyar Páll og myndugleikarnar. Í einum brævi dagfest 27. juni 1807 skrivar greivin Reventlow, formaður í Kancellinum, til krúnprinsin. Hann lýsir fyrst Nólsoyar Páll sum ein sera vitugan og djarvan mann,”men et uroligt hoved”, og hóast krúnprinsurin hevði tikið undir við avgerðini hjá Kancellinum at veita Nólsoyar Páli gullmedalju, so metir Reventlow nú, at hendan heiðran, til “dette urolige hoved”, vil geva honum slíka virðing millum føroyingar, at Nólsoyar Páll kann hava skaðiliga ávirkan. Reventlow skjýtur tí upp fyri krúnprinsinum, at hann metir tað meiri hóskandi at heiðra Páli við eini peningaheiðursløn. Um Páll nakrantíð fekk peningin, vita vit ikki, hann fekk so onga gullmedalju.

Í 1809 kemur enn eitt uppskot um at veita Nólsoyar Páli heiðursløn, um hetta mundi er Páll helst  deyður.

Í Physisk Medizinske Betraktninger over Kiøbenhavn Stadens Beboere skrivar Dr. Henrich Callisen, Estatsraad og Generaldirectur ved det chirurgiske Academie í 1809 til kong: “Hóast fleiri royndir, hevur tað higartil ikki eydnast at fáa frískt koppingarevni til Føroya.

Men í árinum 1805 fekk  skiparin Páll Pállson Nólsoy tað hugskot at fáa koppaevnið til  Føroyar upp á sama máta sum spanska stjórnin hevði fingið koppingarevnið til Suðuramerika, nevnliga í livandi fólki. Her á chirurgiska academinum læt hann seg síðani læra at koppseta,  fekk sær frískt koppingarevni við og koppsetti  fyrst ein av manningini á skipi sínum, og eitt døgn seinni tók hann  vág av hesum manni, og síðani koppsetti hann næsta og so framvegis. Á henda hátt fekk hann frískt koppingarevni til sítt føðiland.

 Í fjør koppsetti  hann  saman við bróðuri sínum, Jákupi Nólsoy, borgararnar í Tórshavn. Hetta er váttað á tveimum skjølum frá sorinskrivaranum Lauritz  Olsen ávikavíst 24. mai og 29.Septembur, sama er váttað av  varapróstinum Bergstrup og sóknarprestunum Haaber og Leerbek. Hesin seinni váttar eisini, at umframt Nólsoyar Páll, hava bøndur í Norðurstreymoyar prestagjaldi koppsett fólk.

 Skiparin Páll Pállson Nólsoy hevur við hesum framt eitt avrik av alstórum týdningi fyri sítt føðiland. Av tí at koppar ikki hava verið í Føroyum í langa tíð, høvdu teir havt oyðandi fylgir við sær, tá ið umfarssóttin breyt út.

Fyri hetta arbeiði viðmælir Kirurgiska Akademiðið  Fríðriki 6. kongi at geva skiparanum Páll Pállson Nólsoy heiðursløn.

Akademiið  viðmælir eisini, at Jákup Nólsoy hevur uppiborið einhvørja heiðursløn. Jákup Nólsoy hevur  ferðast kring oyggjarnar og koppsett fólk,  og vísir kommisiónin til áðurnevndu attestina 29. septembur árið fyri hjá Sorinskrivaranum”.

Sjálvt um tað ikki stendur í nøkrum skjali, so kann eg viðmerkja, at  Marin Malena, kona Nólsoyar Páls, eisini koppsetti.

Hóast Kirurgiska Akademiið er sera jaligt og rósar Nólsoyar Páli, ja skjýtur upp fyri kongi, at geva Páli heiðursløn, so er at undrast á, at teir ikki sjálvir hava hugsað um hugskotið, Páll kom við. 

Eftir hetta gingu pokurnar ikki aftur í Føroyum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt
Pætur Petersen og Joseph Michael William…
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024
Komandi útgjøld úr Samhaldsfasta eru ikk…
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024
Stórt tiltak í Ítróttarhallu­num í Klaksv…
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag