Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rannvá takkar fyri seg

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.03.2020 - 15:38 Ítrottur Tíðindi

Eftir 16 ár sum fastur fúsur á landsliðnum, hevur Rannvá Biskopstø Andreasen úr KÍ nú valt at takka fyri seg. Undan dystinum móti Estlandi hevur Rannvá spælt 55 altjóða A-landsdystir fyri Føroyar og skorað 26 mál


– Eg haldi at tíðin nú er komin at lova øðrum framat. Hugurin til landsliðið er framvegis til staðar, men tað krevur nógva orku, og hana fari eg at brúka annaðleiðis nú. Og so verði eg heldur ikki yngri, sigur Rannvá Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Hon hevur verið ein av stóru profilunum í føroyskum fótbólti í nógv ár. Longu sum 14 ára gomul spældi hon sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá kvinnum, og síðani tá hevur hon verið á vøllinum í 387 dystum og skorað ikki færri enn 545 mál. Harvið eigur hon sín stóra lut í teimum 19 føroyameistaraheitunum, ið kvinnurnar hjá KÍ vunnu frá 1997 til 2019.

Men eisini á landsliðnum hevur Rannvá Biskopstø Andreasen veruliga gjørt vart við seg. Fyrstu fer Rannvá lat seg í landsliðsblusuna var í 1997, tá hon saman við U18-gentunum var við í venjingardyst ímóti Íslandi, og fýra ár seinni, á Oyggjaleikunum á Isle of Man í 2001, fekk hon sínar fyrstu A-landsdystir.

Og nú vit skriva mars 2020, hevur Rannvá verið fastur partur av landsliðnum í 55 altjóða landsdystum, og 11 Oyggjaleikalandsdystum. Í altjóða dystum hevur hon skorað 26 mál, meðan tað í oyggjaleikahøpi bleiv til 24 mál.

– Mær hevur altíð dámt ótrúliga væl at spælt við landsliðnum, og kenslan at umboða Føroyar hevur verið fantastisk hvørja ferð. Eg fari uttan iva at sakna landsliðið, men hetta kennist rætt, sigur Rannvá Biskopstø Andreasen, sum harvið spældir sín seinasta landsdyst í dag, tá føroyska kvinnulandsliðið tekur ímóti Estlandi. Dysturin verður á Tórsvølli, og verður floytaður í gongd klokkan 17:00.

Tíverri hava áskoðarar ikki atgongd til landsdystin millum Føroyar og Estland, men møguleiki verður at stroyma beinleiðis á KVF.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veet…
Svimji­felagið NEPTUN
Samhaldsfesti við Bakkafrosti og Effo
Jóla­heilsan frá Heimdal R
Jólatónar á Biskupstorgi
Jóla­heilsan Polar Arfivik