Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ver við í fyrsta flokkinum til Námsfrøðihjálpara

SKRIVAÐ: Heilsuskúlin  |  13.03.2020 - 07:33 Mentan Tíðindaskriv

Vilt tú vera við til at skriva skúlasøgu, og vera við í fyrsta flokkinum til námsfrøðihjálpara, so er tíð at søkja inn áðrenn 15. mars.

Í august mánaða í ár byrjar spennandi útbúgving til námsfrøðihjálpara á Heilsuskúla Føroya.

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggjar útbúgvingar byrja í Føroyum, men nú byrjar enn ein yrkisútbúgving fyri føroyingar.

 

Námsfrøðihjálparaútbúgvingin gevur førleikar at arbeiða við uppgávum innan námsfrøði og umsorgan, á dagstovna- skúla- og almannaøkinum. 

 

Hetta snýr seg um eina yrkisútbúgving, ið merkir, at ein fær førleikar, at arbeiða við yrkinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin er samstundis ein miðnámsútbúgving, ið liggur eftir fólkaskúlan, og sum vanliga gevur førleikar at útbúgva seg víðari.

Arbeitt verður í løtuni í Mentamálaráðnum við at skapa møguleikar fyri at lesa víðari í Føroyum, á Setrinum, við námsfrøðihjálparaútbúgvingini. Útbúgvingin svarar til donsku pædagogisk assistent, ið gevur atgongd beinleiðis til námsfrøðing í Danmark.

 

Útbúgvingin varir 24 mánaðir og byrjar í august í ár.  

Skift verður ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið. 

 

Ætlanin er, at tey, ið hava viðkomandi arbeiðsroyndir, skulu kunna søkja frítøku fyri partar av starvsvenjingini, sokallaða merit, um tey hava nógvar arbeiðsroyndir á økinum. 

 

Søkjast kann á heimasíðuni innskriving.fo, sum til vanligar miðnámsskúlar. Byrjað verður eina ferð árliga.

 

Freistin at søkja inn á útbúgvingina er 15. mars.

Heilsuskúlin hevur á heimasíðuni www.heilsuskulin.fo ymiska kunning um útbúgvingina.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður