Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
(Úr jólablaðnum hjá Norðlýsinum)
Vit hava hugt eftir, hvussu støðan er í KÍ-hópinum, nú tað styttist til venjingarnar byrja aftur til kappingarárið 2026.
Um fáar vikur fer regluliga venjingin í gongd hjá feløgunum, og so verður koyrt á út í eitt til síðst í oktober. Hjá KÍ møguliga longri, um tað eydnast at koma í deildarspæl í eini altjóða kapping. Hjá KÍ hevur verið lutfalsliga friðarligt í vetur. Dávid B. Andreasen, Claes Kronberg, Ahmed Latif og Hannes Matras eru farnir út hópinum, meðan Jákup N. Vilhelmsen er komin fyribils til hópin. Hann hevur sáttmála við KÍ, men verða vánalig útlit fyri spælitíð, tá kappingin nærkast, so er ikki óhugsandi, at hann verður útleigaður. Haraftur er lokali málverjin Rani L. Josephsen komin afturat í hópin sum málverji. Ivamál er um Mads Boe Mikkelsen, sum hevur havt ynski um at spælt í Danmark, men sum skilst hevur KÍ áhuga at leingja samstarvið, um hann velur at halda fram í Føroyum.
Hópurin í løtuni
Hópurin hjá KÍ var hesin, tá blaðið fór til prentingar:
Mark F. Jensen
Sebastian John
Rani L. Josephsen
Jóannes K. Danielsen
Gilli R. Sørensen
Odmar Færø
Gaston Tellechea
Jákup N. Vilhelmsen
Deni Pavlovic
Daniel Johansen
Robert Williams
Jákup B. Andreasen
Hallur Hansson
Martin Gonzalez
René S. Joensen
Jonn Johannessen
Filip Brattbakk
Árni Frederiksberg
Patrik Johannesen
Páll A. Klettskarð
Av hesum ljóðar, at tað kann verða ein møguleiki, at Robert Williams ikki heldur fram. Hann fekk nærum onga spælitíð í fjør. Men tað veldst um hansara møguleikar at fáa annað felag.
Venjingarlega í Albir
22. januar til 2. februar fer KÍ á venjingarlegu í Albir í Spania. Hetta er aðru ferð í nýggjari tíð, at KÍ fer á venjingarlegu undan kappingarbyrjan uttanlands. Fyrru ferðina var í 2024, tá KÍ var í Portugal. Sum skilst skal KÍ spæla onkran venjingardyst móti onkrum liði úr Skandinavia. Gais, sum endaði nummar trý í Allsvenskan, hevur ljóðað sum ein møguleiki. Teir hava verið í Albir á venjingarlegu um hetta mundi undanfarnu tvey ár og fara væntandi eisini í 2026.
Eldri hópur
Eitt sum eyðkennir KÍ-hópin er høgi miðalaldurin. Tá síðsta umfar verður leikt í 2026 verða seks leikarar minst 33 ár, har teir flestu av hesum vanliga eru roknaðir at verða í uppstillingini.
37 ár: Odmar Færø
36: Páll A. Klettskarð
34: Hallur Hansson og Árni Frederiksberg
33: René S. Joensen og Deni Pavlovic
Fáar tilgongdir
Higartil eru tveir lokalir lagdir afturat hópinum, har tann eini kann roknast sum 3. málverji, meðan hin fer undir eitt slag av ’’royndarvenjing’’, meðan tríggir leikarar frá U17-liðnum í fjør sleppa at vísa seg fram fyrst í januar.
Tað kunnu væntast fáar tilgongdir uttanífrá. Kanska bara tveir ella tríggir nýggir leikarar, men tað veldst um, hvørjir leikarar fara avstað afturat av teimum ivasomu. Tað tykist greitt, at tað er til álopspartin, at KÍ hyggur eftir tilgongd. Ein álopsleikari og ein framrættaður miðvallarleikari sigast standa ovast á listanum. Helst er tað tí, at sera nógv hongur á Páll A. Klettskarð, sum verður 36 ár og sum í 2025 í málum hevði sítt besta kappingarár sambært FaroeSoccer við 27 málum í 34 dystum. Og sum støðan er nú, so er mest sannlíkt, at talan verður um útlendskar leikarar, sum koma til.
HB og NSÍ verða avbjóðarar hjá KÍ
Enn er tíðliga at siga nakað um toppstríðið, men tað er nógv sum bendur á, at tað verða tey somu liðini, sum í fjør endaðu í topp 3, sum eru bestu boðini uppá ein komandi føroyameistara. Bæði í HB og NSÍ verða nakrar broytingar. HB missir nakrar lyklaleikarar, men fær eisini nakrar leikarar, sum kunnu væntast at styrkja nógv um. NSÍ hevur nýggjan venjara og fer at skifta nógv út í verjupartinum, men væntast kann at tað verður til tað betra, tí flestu broytingarnar eru nakrar, sum NSÍ hevur tilvitað valt.
Venjingardystir
Fyrsti venjingardystur verður 18. januar, tá KÍ møtir B36 á útivølli. Síðani verður KÍ ikki heima, tá liðið annars skuldi spæla móti B68 á útivølli 25. januar og móti Víkingi á heimavølli 31. januar. Síðani sigur skráin hjá KÍ 07 Vestur á útivølli 4. februar og HB á heimavølli 8. februar. Vikuna aftaná plagar endaumfarið at verða.
Helst Styrkismettir í Champions League
KÍ hevur eitt sera spennandi summar fyri framman, har liðið byrjar í Champions League og tá økist møguleikin fyri at koma í deildarspæl. Sera avgerandi er at vinna 1. umfar, tí tað tryggjar luttøku í Evropa League, tá ein tapur seinni. KÍ væntast at verða styrkismett í 1. umfari, tó at hetta ikki er vist, tí so nógvar kappingar ikki eru komnar so langt, og endaðu kappingarnar í dag, so eru nøkur av møguligu mótstøðuliðunum, sum liggja landafrøðiliga ’’nær’’, lið sum Kauno Zalgiris (Litava), Larne (Norðurírland) og The New Saints (Wales).