Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggj andlit í nevndini hjá Føroya Fiskimannafelag

Stríðsval at sleppa í nevndina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.12.2025 - 13:03 Tíðindaskriv Vinna

Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum

 

Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum burtur, t.d sýsluformenn.

Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.

Áðrenn fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í suðuroy og Vágoy, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen stillaðu allir uppaftur. 

Stríðsval at sleppa í nevndina

Sum nevnt skuldu seks nevndarlimir veljast, men, átta valevni vóru at velja í.

Valdir vóru Erling Jacobsen, Gøtu og  Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John Frank Haraldsen, úr Sandavági. Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.

Nýggja nevndin tekur við 1. februar 2026.

Á myndini frá vinstru: Esmar Mikkelsen, John Frank Haraldsen og  Erling Jacobsen allir nývaldir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…