Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsýnið av vitanum í Mykinesi í ein útnyrðing í dag. Vanligt høgættarveður við miðalstórum og stórum bøklaskýggjum yvir hav. Undir onkrum stórum skýggi sæst okkurt kavaæl. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Ælaveður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.03.2020 - 09:37 Tíðindi Veðrið

Luftin er eitt sindur køld, sum rekur ímóti Føroyum í dag. Eitt ella tvey stig heitari enn fyrradagin; eitt ella tvey stig kaldari enn í gjár.

Luftin kemur úr Kanada, og har er nógv kaldari enn her í Føroyum. Á veg hendavegin ornar hon, og hitin her hjá okkum er 2-4 stig.

Tá ið køld luft rekur yvir oyggjunum, er vindferðin eitt sindur ójøvn. Tað er hon eisini í morgun. Í Mykinesi er miðalvindferðin um 15 m/s; á Kirkju er vindferðin um 6 m/s. Miðalvindurin í Føroyum er 12-13 m/s, og ættin er útsynningur.

Soleiðis sum veðrið er nú í morgun, fer tað at vera allan dag: 12-13 m/s úr útsynningi, kavaælingar, og hitin fer at liggja um 2-4 stig.

Seint í kvøld ella í nátt fer vindurin at minka. Fyrrapartin í morgin fer ættin at mala eitt sindur, men seinnapartin fer hann at koma úr útnyrðingi.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…