Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður avgjørt at bíða við “epidemi” lógini

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.03.2020 - 10:22 Politikkur Tíðindi

Føroya Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, er sera fegin um tað góða samstarvið sum politisku flokkarnir hava sýnt í samband við tey tiltøk, sum eru sett í verk. Eisini hava føroyingar tikið sera væl ímóti áheitanunum sum vit hava sent út.

Løgmaður boðaði frá á tíðindafundi at landsstýrið arbeiddi við at fáa samtykt eina sokallaða epdemi lóg eins og gjørt er í m.a. Danmark har politiið fekk víðkaðar heimildir at syrgja fyri at fólk aktaðu áheitanirnar sum løgmaður sendi út í samband við coronasmittuna.
 
-  Vit hava umrøtt málið á landsstýrisfundi eru samd um ikki at bera lógina niðan í løgtingið, tí støðan er tann at føroyingar hava borið seg fyrimyndarliga at og tí meta vit at tað ikki er rætt at banka fólk í høvdi við hóttanum at senda politi eftir fólki.
-  Vit vóru ivandi um hvussu serliga ungdómar fóru at uppføra seg í vikuskiftinum, tá tey vanliga koma saman við vinfólkum og savnast ymsastaðir kring landið fyri at hugna sær, men vit kunnu bara staðfesta at tey ungu í Føroyum hava akta fyrimyndarliga eftir áheitanunum frá okkum, sigur Bárður á Steig Nielsen í viðmerking í morgun.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX