Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðir styrkja fíggjarliga grundarlagið og gera klárt til nýggjar verkætlanir

SKRIVAÐ: Bústaðir  |  05.05.2026 - 16:27 Tíðindaskriv

Ársroknskapurin fyri 2025 vísir munandi framgongd: Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 5,5 mió. kr. (0,4 mió. kr. í 2024), og grunnurin stendur nú sterkari til at fara undir nýggjar leigubústaðarverkætlanir

 

 

– Vit síggja nú úrslitið av teimum tillagingum, sum eru gjørdar í rakstrinum, og av teirri kós, sum er sett seinastu tvey árini. Hetta setir okkum í eina munandi betri støðu, nú vit skulu taka avgerðir um, hvørjar framtíðar bústaðarverkætlanir vit fara undir, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.

Í 2025 hevur leiðslan lagt dent á at styrkja langtíðarhaldførið hjá grunninum. Millum annað er ein langtíðarfíggjarætlan gjørd fyri komandi 10 árini og ein langtíðarviðlíkahaldsætlan fyri komandi 20 árini. Tær skulu tryggja eitt skipað grundarlag undir langtíðarstrategini hjá Bústøðum.

Sum liður í at minka um rentuváðan og styrkja kapitalgrundarlagið er øll lániskuldin hjá grunninum umfíggjað. Av lánunum eru 60% rentutryggjað – lutvíst í 5 ár og lutvíst í 30 ár. Harumframt hevur grunnurin fingið tilsøgn um meirfígging til komandi íløgur. Umfíggingin skal tryggja gjaldførið og geva rúm til nýggjar verkætlanir komandi árini.

Fyri at kunna røkja verandi leiguognir og byggja fleiri leiguíbúðir er neyðugt við sunnum rakstri og sterkari eginogn. Hetta er samstundis ein fortreyt fyri, at fíggingarstovnar hava álit á grunninum og vilja veita fígging til nýggjar íløgur.

Við úrslitinum fyri 2025 er eitt sterkari fíggjarligt grundarlag lagt undir stovnin, sum nú kann seta ferð á nýggjar bústaðarverkætlanir. Frameftir fara vit at leggja dent á at menna og útbyggja útboðið av leigubústøðum við støði í veruliga tørvinum í samfelagnum.

Sum liður í fyrireikingunum hevur Bústaðir sett eina tørvskanning í verk millum limirnar.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur vegna grunnurin sent spurnarblað út, og svarini skulu geva okkum betri vitan um bæði verandi og komandi tørv á leigubústøðum. Endamálið er, at nýggjar verkætlanir í størri mun skulu samsvara við tørvin hjá limunum og samfelagnum sum heild.

Samlaða ognin hjá Bústøðum var við árslok umleið 1,1 milliard krónur, og eginognin var umleið 623 mió. krónur.

Sí Ársfrágreiðingina 2025 her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár