Lýsing
Lýsing
Lýsing

Foreldur frítikin fyri foreldragjald

SKRIVAÐ: Klaksvik.fo  |  25.03.2020 - 11:52 Tíðindaskriv Tíðindi

Foreldur skulu ikki gjalda foreldragjald, um børn ikki gera brúk av dagstovnaplássinum í tíðarskeiðinum, har dagstovnarnir veita skerda tænastu vegna Covid-19.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at tað er ikki rætt at krevja foreldrum eftir dagstovnagjaldi fyri dagar, har teirra barn ikki er á stovni, tá ið orsøkin til, at børn teirra ikki eru á stovni, liggur í og við at kommunan, eftir tilráðing frá landsmyndugleikunum, hevur valt í mest møguligan mun at stongja dagstovnatilboðini í kommununi. Hetta er sama mannagongd, ið nýtt var tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall.

Hetta merkir sostatt, at kommunan í næstum fer at endurrinda foreldragjaldið fyri hetta tíðarskeið til øll foreldur, sum ikki hava brúkt tilboðið. Í teimum førum, har foreldur hava gjørt brúk av ansing, verður endurrindanin lagað eftir hesum.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi henda serliga støða fer at halda fram, men tá tað er greitt, verður gjørt upp, hvussu nógv kommunan skal endurrinda fyri hvørt einstakt barn vegna mista tænastu.

 

 

Tiltøkini halda fram til og við 13. apríl

Landsmyndugleikarnir hava boðað frá, at teir mæla til, at hildið verður fram við verandi tiltøkum ímóti útbreiðsluni av Covid-19 smittuni, herundir at kommunurnar leingja síni tiltøk á dagstovnaøkinum fram til og við 13. apríl.

Í tráð við hesi boð frá landsmyndugleikunum fara dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu framhaldandi at veita avmarkaðar tænastur fram til ásettu dagfesting frá landsmyndugleikunum.

Sostatt verður framhaldandi møguligt hjá foreldrum, ið ikki hava aðrar møguleikar, at fáa síni børn ansaði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Pedofil- og narkodómar skulu herðast mun…
Hava námsfrøð­ingar onki virði?
Fólka­flokku­rin vil hava lættar til smærr…
Tað skal loysa seg at arbeiða – vit skul…
Betri Heim: Alsamt fleiri íbúðir í Norðo…
Tú mást gjalda – um tú vilt fáa hjálp fy…
Bókaklubbadagur í Klaksvík í dag
Børnini Bíða
Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur til Fø…
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Hvat so, tá røddin ikki kann tosa?
Hevði hetta gingið á dekkinum?
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
- Tað krevur fyrst og fremst hart arbeið…
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staðið sterkari um ta…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…