Hava námsfrøðingar onki virði?
Tað eru hópin av politiskum evnum, ið verða kastað upp í luftina hesar dagar, nú tað stundar til løgtingsval. Haldføri, bústaðartrot, byggiverkætlanir, tunnlar og eldraøkið, alt, sum hvør sær hevur alstóran týdning fyri okkara land. Og vit noyðast sjálvandi at taka øll hesi viðurskifti í størsta álvara.
Men í hesum politiska meldrinum, so eru tað eisini øki, ið kunna tykjast goymd ella gloymd.
Eitt øki, ið eftir mínum tykki er alt ov lítið frammi, eru karmarnir hjá teimum stovnum og starvsfólkum, ið eru um okkara gimsteinar – børnini.
Hvussu ber tað til, at barnagarðurin, har eg koyri dóttir mína hvønn morgun, har hon skal vera ein stóran part av degnum, har hon verður myndað, partvíst uppald, lærir at umgangast onnur børn og fær hópin av mennandi og stimbrandi upplivingum, ikki fær tað politiska uppmerksemi, ið hann hevur uppiborið?
Eg skrivi hetta ikki, tí eg síggi hetta sum ein opportunistiskan møguleika sum politiskt valevni. Eg skrivi hetta av persónligum ávum, bæði sum starvsfólk og nýtari av hesi kjarnutænastu. Vit eiga eina dóttir, ið gongur í barnagarði, og sonurin, ið er ein mánaða gamal, er júst innskrivaður á stovn, har hann skal byrja um eitt ár. Eg havi arbeitt í frítíðarskúla, barnagarði og sum stuðul hjá ungum dreingjum undir barnaverndartænastuni. Harafturat brenni eg fyri og havi virkað nógv innan barnaundirhald. Tað at síggja børn glað, flenna, mennast og búnast til empatisk menniskju, er ein av størstu gleðinum í mínum lívi. Og at hava fingið tann frammíhjárætt at gerast pápi, er mítt lívs størsta signing.
Eg havi gjøgnum mínar arbeiðsroyndir og mítt lív sæð, hvussu stóran týdning vit vaksnu hava í lívinum hjá okkara børnum. Tí skula vit ongantíð gloyma týdningin og virði hjá okkara námsfrøðingum og hjálparfólki.
Námsfrøðiligt arbeiði er ikki bert at ansa børnum. Tað snýr seg um skapa karmar fyri djúpar relatiónir, menning, umsorgan og oftani eru hesi starvsfólk tey fyrstu, sum eygleiða, um eitt barn hevur tørv á onkrum serligum. Alt hetta eigur at vísa okkum, sum samfelag, at tað er ikki líkamikið, hvørjar arbeiðsumstøður hesin starvsfólkabólkurin hevur.
Eg haldi, at vit noyðast at taka nøkur ítøkilig stig
Vit skula hava smærri barnabólkar, so tað er meira ró og tíð hjá námsfrøðingum og hjálparfólki at vera nærverandi um einstaka barnið.
Vit skula styrkja normeringar, so daglidagurin ikki er trýstur av, at ov fáar hendur eru á stovunum.
Vit skula tryggja at starvsfólkið fær nøktandi fyrireikingartíð, tí gott arbeiði krevur skynsama og góða fyrireiking, og eg ynski, at míni børn fáa so góða ansing, sum til ber.
Harafturat skula vit geva námsfrøðingum betri sømdir til førleikamenning, við at lætta um atgongdina til víðari lestur.
Eg veit, at dagstovnar, frítíðarstovnar og námsfrøðiliga økið í síni heild, ikki hevur fingið uppiborna politiska raðfesting. Hetta sæst í millum annað á teirra lønartreytum. Men økið hevur hægstu raðfesting hjá mær persónliga.
Tí, um vit ynskja eitt samfelag, har børn trívast, so noyðast vit at veita teimum, ið varða av okkara børnum hvønn dag, betri karmar.
Broytingin byrjar ofta, tá ið vit velja at taka okkurt í álvara, sum leingi hevur verið forsømt.
Eg takið tykkum og tykara fakøkið í stórsta álvara.
Um tín atkvøða fer til mín, so fer tín atkvøða til allar námsfrøðingar í føroyum.
X við C.
X við Hera Wang Danielsen