Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað skal loysa seg at arbeiða – vit skulu ikki gera skattaálop á einstakar bólkar

SKRIVAÐ: Hans Pauli Henryson  |  20.03.2026 - 11:10 Politikkur

Vit føroyingar hava altíð verið óførir at finna okkum arbeiði – góð og væl lønt arbeiði.

Neyvan er nøkur tjóð, ið hevur fólk staðsett á so nógvum altjóða arbeiðsplássum, sum føroyingar. Føroyingar hava leingi starvast uttanlands, bæði á sjógvi og landi. Tað hevur altíð verið ein av okkara styrkjum, og vit hava vunnið væl av peningi, sum er farin beinleiðis til landið. Hetta hevur somuleiðis ført við sær eina røð av virðismiklum førleikum, sum hava verið høgt í metum hjá altjóða arbeiðsgevarum.

Tá ið vit eru eitt so lítið land, sum Føroyar er, er umráðandi, at vit eru víðskygd og hava áræði, og tað hava føroyingar altíð havt. Tí er so umráðandi at halda fast um hesa siðvenjuna – at søkja út um landoddarnar og finna okkum vitanartung og trygg størv. Um vit bert eggja til og veita umstøður í okkara landi til, at øll skulu arbeiða her heima, kemur stígur í, og vit enda í eini støðu, har vit koma at “klippa hvør øðrum”.

Nei, vit eiga at gera korini at liva góð hjá teimum, sum starvast og ætla at starvast uttanlands, so at familjurnar framvegis velja at verða búgvandi her í landi okkara.

Hvussu gera vit tað? Jú, tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, eisini hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Vit skulu ikki gera skattaálop á einstakar bólkar. Vit skulu gera tað gott og liviligt hjá øllum føroyingum at búgva í Føroyum. Tað skal loysa seg at arbeiða.

 

Seti kross við eina sterka rødd úr Fólkaflokkinum.

Hans Pauli Henryson

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

 

#fólkaflokkurin

#eintryggkós

#xviðhanspaula

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…