Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjarga Svínoynni við minni enn 2 km tunnli

SKRIVAÐ: Bjarni Jacobsen  |  28.03.2020 - 12:00 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Nógv er tosað og skrivað um lendingarviðurskiftini í Svínoy, at tað er vandamikið í vánaligum líkindum og brimi.

Sum 87 ára gamal, føddur og uppvaksin í Svínoy og búð ein part av mínum búnum lívi í oynni, og havi havt vinnuligt virksemi á staðnum, vil eg so staðiliga heita á viðkomandi myndugleikar um at gera ein tunnil Yvir í Havn. Svínoyarvík og Eiði eru brimpláss og verða ongantíð nakað annað.

Yviri í Havn er einasta kyrrupláss á øllum ættum. Svínoyingar høvdu eitt neyst við einum áttamannafari standandi sum teir nýttu tá brim var aðrastaðni á oynni. Fyri at ganga Yvir í Havnina skal ein ganga ígjøgnum eina bratta líð, góðar 2,3 km long.

Mítt uppskot er, í beinari linju frá vegnum norður um Eiði, at borða ein umleið tveir km tunnil, og gera tveir pirar um Havnina. So er altíð komandi til Svínoyar í sløttum sjógvi. Longdin úr Svínoy til Hvannasund verður tá tann sama sum úr Nólsoy til Tórshavn.

Við hesum tunnlinum binda vit Svínoynna saman við øllum Føroyum og gera oynna til eitt paradís fyri ferðafólk at koma til. Hartil kemur hann at skapa nýggjar møguleikar fyri vinnulívi og trivna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…