Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Í hesum corona døgum

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  02.04.2020 - 20:30 Bloggur Mentan Vinna

hoyra vit nógv um at vit skulu vaska okkum um hendurnar, og allastaðni har fólk koma frammvið standa sprittdunkanir til reiðar, og labbarnir áttu tí at veri so reinir, sum aldrin áður. Vit tak tað sum eina sjálvfylgju, at vit kunnu tváa okkum um hendurnar, tí í hvørjum heimi eru fleiri handvask, og allar staðir har vit koma er ríkiligt av heitum og køldu vatni og sápu.

Men, so var ikki altíð. Barnaheimið hjá mær varð bygt seinast í átjanhundraðtalinum. Eg havi ongan at spyrja nú, tí tey ættarliðini,  ið vistu eru farin.  Men eg ivist í  um har mundi vera nakað handvask inni, tá húsini blivu bygd. Helst bóru tey vatn inn í fyrstani. Kanska bygdi Dávur Syderbø gamli húsini júst har, tí ein á rennur nærhendis, sum nú er løgd undir heilt – men sum hoyrist enn undir gamla fiskastykkinum hjá Kjølbro. Tað kann vera, at hettar var mataráin hjá teimum? Hettar eru bara gitingar. Men, tá eg var barn (eg eri 73) var minst eitt húski á eystara armi í Klaksvík, sum ikki høvdu lagt vatn inn.

So við og við bleiv vaskið í køkinum ein sjálvfylgja í øllum húsum, og har skuldu øll vaska sær, tí tað var einasta staðið í húsinum við rennandi vatni, og nærhendis kolkomfýrinum (eldstaðnum), um tú skuldi hava heitt vatn afturat. Tey  høvdu sjálvandi eisini ”servantir” í einum ella fleiri kømurum við vatnfati og øllum tilhoyr.

Tað er onki at ivast í, at tey eisini hava vaska sær, og gjørt seg til reiða, tá tey fóru í stásklæðir sunnu- og høgtíðsdagar. Somuleiðis var húsliga reingerðin í lagið hjá teimum flestu. Men, tað man onkuntíð hava verið so sum so, við hándatváanini.  Tey turkaðu kanska bara tað ringasta uppí buksubrøkurnar ella fyrriklæðið, tí tað var jú bara reinur og náturligur skittur tey fingust við. Og tey fæstu høvdu jú lisið um Ignaz Phillip Semmelweiss, Robert Koch, Louis Pasteur ella onnur góð vísundafólk. Men, tey hildu væl standa til kortini.

Í staðin fyri at fara afturundir onkustaðnis at krógva seg, um ein skuldi loysa sær buksurnar ella gera burturav sær (sum kundi vera ólagaligt ta ljósu tíðina av árinum), so komu nátthúsini og seinni bukkurnar í kjallaranum. Og bukkurnar hava helst kenst sum eitt stórt frammstig, sammett við at seta seg í okkurt gil,  ella aftanfyri onkran gróthúsvegg.

Tað sum kom úr menniskjunum varð av mongum eisini hildið at vera gott til tøð, og skuldi tí gagnnýtast í epla- róta ella rabarbuveltuni!  Okkum hevði neyvan í dag unnist við at haft eina bukkuspann við  avførninginum hjá øllum húskinum standandi í kjallaranum, beint undir okkum, í eina heila viku. Men, afturat neytmykju, seyðasparli og høsnadriti, man lorturin frá menniskjunum ikki hava megna sær so nógv – hettar var bara partur av gerðandisdunstinum.

Og meðan vit eru við bukkuna, so var sjálvandi onki wc á Stangarvegi 22 seinast í átjanhundraðtalinum. Um bukka var í kjallaranum frá fyrstan tíð av, ella um tey syrgdu fyri sær sjálvum aðrastaðnis, tað veit eg ikki. Men, eg haldi at eg hómi bukkuna, sum heilt tíðliga í mínum barnaárum bleiv avloyst av wc.

Eini fýra húski í grannalagnum tóku seg saman um at grava ein rottanga.  Hann er har enn, og riggar framvegis.  Men í fyrstani tá fleiri hús vóru um hann, og nógv fólk vóru í hvørjum húsi, skuldu hann tømast regluliga, og tað bleiv gjørt við hond, og við hjólbøru, av monnunum  í grannalagnum.

Fyri sjeyti árum síðani var tað  vist bara eitt hús i grannalagnu, sum hevði wc - og tey høvdu ikki bara wc, men eisini baðirúm, og vaskikjallara við vaskimaskinu, turkitrumlu og oljufýring.  Tað var hildið at vera sera frammkomið tá!

Okkara hús vóru tey fyrstu, ið blivu bundin at hesum nýggja rottanganum, og eg minnist at fleiri av monnunum í grannalagnum stóðu og hugdu at nýggju wc-kummuni.  Summir stúrdu fyri at har fór at vera ein størri trafikkur av rottum úr rottanganum og upp ígjøgnum wc – aðrir stúrdu fyri ringum lukti, tá so nógvur avførningur bleiv savnaður á einum staði.

Men, ein av grannunum sum var motorpassari, greiddi teimum frá, at niðast í wc-kummuni var eitt vatnlás, sum skuldi forða fyri at rottur ella fúlur dunstur fór at arga fólk, sum settu seg á kummuna. Og eg minnist væl, at teir skolaðu niður nakrar ferðir, fyri at vissa sær at alt riggaði, sum tað skuldi.  Sisternan hekk sjálvandi uppi á vegginum. Soleiðis skúlaðir um wc nýtslu fóru teir hvør til sín, og fingu sær sjálvum av sama slag.

Og so skuldi ein trú, at tá eg sum trý ella fýra áragamal var sloppin undan bukkuni heima við hús, so var sloppið fyri lívið, men, so var ikki! Flestu klaksvíksdreingir noyddust ein túr til skips, fyri at gerast mannfólk, og har hitti eg bukkuna aftur, og tað við lít! Skúlaskipið hjá mær var Solo Deo Gloria, har var sjálvandi onki wc umborð.  Vart tú treingjandi, so noyddist tú, sum um umborð á so mongum skipum tá, eftir ”stampinum”, ið tænti sum bukka.  Umborð á Solo var tað tó so frægt, at vit høvdu ein egningaskúr at fjala okkum í.  Men, tað kundi vera rættuliga óhøgligt um tað rullaði eitt syndur, tí best sum tú hevði hirsa oljudansin uppum teg, kundi stampurin hava flutt seg, orsaka av rulli, ella tí sjógvur skolaði um dekkið.  So noyddist tú, hálvnakin, at renna eftir stampinum, og skora hann so frægt fastan at tú fekst gjørt burturav tær.

Men, tá var tað ringasta eftir, tí tú hevði kanska gloymt at taka wc pappír við tær - og hvat so? Harafturat skuldu tú tveita eina pøs fyriborð at hala sjógv til at skola stampin við. Tað í sær sjálvum var nærmast lívshættisligt, tí um tað var nakað í  sjónum, og um skipið sigldi við fullari ferð, so skuldu nógvar kreftir til fyri at fáa pøsina við sjógvi innanborða aftur.  Umborð á Solo fór ongin á bukkuna, uttan av neyð! Hettar vit eldri sjómenn alt um.

Og Guð hann náði teg, um tú loyvdi tær at stjala fekst vatn úr einasta krananum umborð, í galluni hjá kokkinum, til at vaska tær um hendurnar. Ti fekst vatn skuldu sparast, og var til matger einans. Summir av okkum yngru loyvdu okkum um náttina at stjala uppi eitt krúss av feskum vatni til at busta tenn. Men, tað mátti dyljast sum mansmorð!

Nú vit í hesum corona døgum hava verið um hándatváan, bukkur og á skipsdekki, kann eg ikki annað enn minnast ein av okkara sonnu tjóðarhetjum – róptur ”tuberklalæknin”. Hann var Wilhelm Magnussen, og legði ikki fingrarnar ímillum í herferð síni móti tuberklasmittuni. Neyvan mundi hann altíð vera so sæl lýddur av fólkinum, serliga fiskimonnum, ið noyddust allan vegin til Havnar at kannast fyri tuberklar, aðrenn teir sluppu avstað.  Men, hann prógvaði, at tað loysti seg at fara í herferð móti hesi herviligu sóttini, sum rakti hvørt einasta heim í Føroyum. Og takk fáið hann og hansara hjálparfólk fyri tað! Eitt megnar avrik.

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…