Lýsing
Lýsing
Lýsing

Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2025 - 14:09 Mentan Tíðindi

Í døgunum 2. – 16. november sýnir Regin Jørgensen fram í Gallarí Á Stongunum.

 

 

Fernisering verður sunnudagin 2. november kl. 15.

Marius Ziska undirheldur við sangi og tónleiki. Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

  • 2. nov. kl. 15-20
  • 3. - 16 nov. kl. 16-18

 

 

Regin Jørgensen

Sum smádrongur málaði og teknaði Regin javnan, og longu tá hann var blivin um 16 ára gamal, byrjaði hann so smátt at selja málningar.

Men tað var ikki fyrr enn í 2008 at verulig ferð kom á, og hann fór at mála so gott sum hvønn dag, tá tíðin var til tað. Regin býr nú í Sørvági og hevur Atelier 21 har.

Regin hevur sýnt fram heilt nógvastaðni í Danmark. Nakað í Hamburg í Týsklandi og eisini eitt sindur í Italien. Nevnast kunnu nøkur dømi: Galleri Blokhus, har hann beinanvegin gjørdist “Årets kunstner,” Midtjyllands Kunstcenter, Galleri 7 í Skagen, Møbelhus 2 í Tønder, Art Nordic, Stadtgallerie í Vesterland á Sylt (týsk oyggj) og í tveimum sera væl umtóktum kaffihúsum í Hamburg (Petit Cafe).

Her í Føroyum hevur hann fleiri ferðir sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík og Williamsstovu.

Í Klaksvík hevur hann áður sýnt fram í Leikalund í Klaksvík, men tað eru nú eftirhondini nøkur ár síðani, so nú var uppá tíðina at vitja Klaksvíkina aftur.

Hann hevur selt málningar til kundar runt stóran part av heiminum og málar ofta tað heilt klassiska føroyska landslagið, bæði í abstraktum og hálvabstraktum formi. Eisini málar hann andlitsmyndir og heilt figurativ myndaevni.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…