Lýsing
Lýsing
Lýsing

(Korana-kreppa) Útróðrarbátarnir eru givnir at rógva út

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.04.2020 - 22:08 Tíðindi Vinna

Útróðrarvinnan er sera hart rakt av korona-kreppuni.

Støðan í fiskivinnuni hjá feskfiskavinnuni í Føroyum er ikki góð. Flakavirkini sleppa ikki av við fiskin, tí eingin marknaður er uttanlands. Spania er ein av stóru marknaðunum fyri saltfisk og Spania er sera hart rakt av koronasjúkuni. Hetta rakar útróðrarflotan og línuflotan sera hart, tí hesir hava feskan ísaðan fisk.


Úróðrarbátarnir hava lagt

Oddmar Niclasen er skipari og eigari av Bragd, sum er ein av størru útróðrarbátunum í Klaksvík, sum hevur róð út í nógv ár.

- Vit eru givnir at rógva út, tí prísurin er so mikið vánaligur, at tað loysir seg ikki at fara avstað. Hjá flestu útróðrarbátunum hevur tað gingið væl síðani seinna part av 2018, og tað ger, at vit kunnu yvirliva nakrar mánaðar nú. Høvdu vit ikki havt so góðan fiskiskap hetta hálvtannað árið, so høvdu vit nokk ikki yvirlivað at ligið stilt í fleiri mánaðir. Verður manningin ikki uppsøgd, so er hon bara partur av minstulønini, sum er 19.000 kr. um mánaðin, um báturin leggur stilt ein heilan mánaða. Vit vita ikki hvussu leingi hetta varðar, men fyribils er Bragd lagdur, um ikki miðalprísurin hækkar uppá eini 11-13 krónur, sigur Oddmar Niclasen, sum heldur, at støðan í fiskivinnuni er heilt gloymd í almennu umrøðuni fyri tíðina.

 

Hann sigur, at Bragd var onkran túr fyrstu dagarnar eftir, at strongu tiltøkini blivu sett í verk. Tá var skipanin í skúrinum, har stamparnir verða engdir, at fýra egnarar vóru við stórari frástøðu, og at hurðin var stongd, so at fólk ikki kom inn í skúrin, sum er vanligt á Stongunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…