Veðrið um vikuskiftið
Tað er vátt í dag og í morgin og samdrigið. Hitin minkar frá fríggjadegnum fram til sunnudagin, har ættirnar og vindurin vera eitt sindur skiftandi, tó verður ikki ringt veður.
Tað er praktikkanturin á Veðurstovu Føroya, sum hevur skrivað forsagnir á Norðlýsinum hesa vikuna. Hetta er hansara fyrsta forsøgn fyri eitt heilt vikuskifti.
Í dag er frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld skýggjað ella samdrigið og kanska okkurt ælið, í nátt samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 9 stig.
Leygardagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um náttina lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Um kvøldið lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Hitin 3 til 6 stig.