Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Svartkjaftur – alternativ inntøka til hjálparpakkarnar

SKRIVAÐ: Hans Andrias Kelduberg  |  08.04.2020 - 07:35 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tað er altumráðandi at føroyska svartkjaftakvotan verður gagnnýtt best møguligt, soleiðis at henda verður føroyska samfelagsbúskapinum til frama. Tað má tí ikki umaftur í 2020 henda, at svartkjafturin aftur liggur ófiskaður.

 

Tað fossar úr almennu kassunum

Vit kunnu ikki øll bara hugsa um hjálparpakkar. Tað er sera umráðandi, at tey hjólini, sum enn koyra, umframt tey sum kunnu fáast at koyra, vera hildin koyrandi. Annars verður kostnaðurin fyri Landskassan øgiligur. Eg hoyrdi t.d. nú ein dagin Landsstýrismannin í Vinnumálum viðmerkja í einum miðlainnslagi, at hann í verandi støðu ikki var heilt greiður yvir, hvør kassi verður tómur fyrst; ALS- kassin ella Landskassin.

 

Føroyski útflutningurin fyllir í almennu kassarnar

Føroyski útflutningurin er kjarnan og grundasteinurin í føroyska búskapinum. Útflutningurin er tí eisini ein trygd fyri, at Landskassin og ALS-kassin kunnu fyllast aftur. Tað er í øllum førum heilt greitt, at tað, so ella so, eisini má fyllast í hesar kassar. Tað er tí sera umráðandi, at politiska skipanin eisini hugsar um føroyska útflutningin, og tá meini eg við, at hesir eiga at hugsa meira enn higartil um útflutningin.

 

40.000 tons av svartkjafti í leysum lofti

Seinastu árini hevur nógvur svartkjaftur verið tøkur hjá føroyingum at veiða. Tó so, at nógvur av hesum hevur í fleiri ár, als ikki verið gagnnýttur ordiligt. Millum annað eru 40.000 tons av svartkjafti í 2020 avsett til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tíðin har svartkjaftur skal veiðast og gagnnýtast er NÚ í vár og ikki seinni í ár. Munurin á, at fiska svartkjaftin nú um várið, og ikki seinni út á árið, er so stórur, at tað skríggjar til himmals, tí samlaða nettoúrtøkan fyri hvørt kilo av veiddum svartkjafti, er so ómetaliga nógv hægri nú í vár, í mun til um svartkjafturin t.d. verður veiddur seinni. Í stuttum merkir hetta, at tað er ómetaliga nógv at vinna fyri føroyska samfelagsbúskapin, um svartkjafturin verður veiddur nú í apríl mánað.

 

Samanhald

Nú COVID-19 farsóttin herjar um allan heimin, og ávirkar heimsins tjóðir bæði sosialt og búskaparliga, er ómetaliga umráðandi at føroyska tjóðin stendur saman, og kemur fyrimyndarliga burturúr hesum; bæði so og so.

Fyri mær tykist, at okkara politikkarar hava staðið saman og roynt sítt besta fyri at skapa borgarum og vinnulívi so góðar karmar sum til ber. Higartil hevur tað eydnast teimum væl. Í øllum førum so mikið væl, at støða Føroya verður umrødd uttanlands við fyrimyndarligum orðingum. Vónandi kann henda vælvild frá politisku skipanini t.d. eisini vera viðvirkandi til, at eitt nú ferðavinnan kann reisa seg sterkt aftur, og í framtíðini gerast ein av hornasteinunum í føroyska samfelagsbúskapinum.

 

Innarlig og eyðmjúk áheitan

Tað skal tí við hesum vera mín innarliga og eyðmjúka áheitan á Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, samgonguna og politisku skipanina sum heild at skipa fyri, at deila tey 40.000 tonsini út sum skjótast, soleiðis tey kunnu gagnnýtast best møguligt, og harvið kasta mest møguligt av sær til føroyska samfelagsbúskapin.

 

Hans Andrias Kelduberg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"