Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsertin við James Blunt er flutt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.04.2020 - 16:55 Mentan Tíðindaskriv

Góði áhoyrari. Eftir ráðføring við Anette Lykke Petri, landslækna og Michael Boolsen, fúta, hava fyriskipararnir av James Blunt konsertini, sum eftir ætlan skuldi vera 1. juni í ár, gjørt av at útseta konsertina til 26. mai 2021.

Íkomna sóttarstøðan um allan heim ger, at tað ikki er tilmælt at halda stórar konsertir, og síggja fyriskipararnir seg noyddar til at útseta tiltakið. Konsertin er útseld.


Sum er, eru tilmælini frá landsins myndugleikum galdandi fram til 30. mai, meðan tað enn er óvist um tilmælini verða longd. Hyggja vit til dømis eftir Danmark, so síggja vit at krøvini eru galdandi fram til 30. august, og tí er ikki óhugsandi, at tilmælini í Føroyum verða longd.


Tískil er konsertin útsett til 26. mai 2021. 


Tíni atgongumerki eru sjálvandi framvegis galdandi til hesa konsertina. Tú nýtist onki at gera. 


Vit harmast um støðuna, men gleða okkum kortini, at bjóða tær til eina konsert í heimsflokki tann 26. mai í 2021. 


Hevur tú spurningar, vinarliga send teldupost til eventz@eventz.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…